Tað sigur Tórbjørn Jacobsen, formaður í stýrinum fyri Roðanum, sum er eldrasamtarvið á Skálafjørðinum. Tað umfatar Sjóvar kommunu, Runavíkar kommunu og Nes kommunu. Sostatt er tað eisini næststørsta eldrasamstarv í landinum.
Tað hevur vakt ans, at í Nánd, sum er eldrasamstarvið ímillum Eysturkommunu og Fuglafjørð, fara tey nú undir eina roynd við sjálvbodnari arbeiðsmegi á sambýlinum, Gøtubrá í Gøtu.
Ætlanin er ikki, at tey sjálvbodnu skulu vera við í sjálvari røktini, men tey skulu hjálpa til við ymsum praktiskum, sum at seta á borðið, eta við búfólkunum, taka av borðinum aftur, fara túrar við teimum, og annars bara at vera við til at bøta um trivnaðin.
Sum frálíður er ætlanin at seta slíkar skipanir í verk kring ald landið.
Men í sendingini, Stjórnini á FM1 í gjár gjørdi Tórbjørn Jacobsen greitt, at tey hava ikki viðgjørt tað í stýrinum. Men hann hevur tosað við dagliga leiðaran fyri Roðan og tey eru samd um, at hasa kósina fara tey ikki inn á.
Men um stýrið so kann koma til eina aðra niðurstøðu, dugir hann ikki at siga.
Hann sigur, at á røktar- og ellisheimum er samdøgursrøkt og tað krevst skikkað starvfólk til at vera um tey allan sólarkringin, og tey fáa løn eftir sáttmálanum.
Hann sigur, at sjálvboðið arbeiðið er als ikki ókent í eldrarøktini á Skálafjørðinum. Har eru andaktir, og fólk koma at lesa søgur. Og tað er enntá so, at vinnufyritøkur fáa fólk á heimini at práta við búfólkini, ella kanska fara ein túr við teimum.
– Tað er hetta, tey mest hava brúk fyri - men tað má vera uttan fyri alla ta vanligu skipanina, legði Tórbjørn Jacobsen dent á í Stjórnini.
– Vit mugu tryggja okkum, at skipanin er støðug, men tað kann hon ikki vera við sjálvbodnum fólkum, sum koma og fara sum tað hóvar teimum, leggur hann afturat.
Hann heldur, at tað er ikki bara sum at siga tað at vera um fólk, sum eru óhjálpin, tí tað krevur ein ávísan lærdóm.
– Er tað stórur tørvur á at fáa fólk á ellis- og røktarheimini at tosa við tey gomlu, álvaratos, so haldi eg, at tey avvarðandi áttu at víst seg eitt lítið sindur meiri á ellis- og røktarheiminum og vitja. m.a. foreldur síni, ístaðin fyri bara at bíða eftir at mann skal býta rovini tá ið tað einaferð er yvirstaðið, segði ein bersøgin Tórbjørn Jacobsen.
– Eg fari aldrin at mæla til, at hetta verður leisturin, sum vit fara at arbeiða eftir, staðfesti Tórbjørn Jacobsen.