Ongi úrslit

Fornuftin má ráða – ikki kenslurnar

Johan Dahl
10 tímar síðan

Nú verður aftur tosað stórt um “tjóðarsemju”, føroyskan stat, EFTA-limaskap og alt tað, sum eftir øllum at døma skal gerast møguligt, bara vit broyta okkara ríkisrættarligu støðu.

Men hvat er tað í veruleikanum, hesir flokkar leggja upp til?

Tá Føroyar skulu gerast ein sjálvstøðugur statur, so tosa vit um eina grundleggjandi broyting av okkara ríkisrættarligu støðu – tað, sum vit vanliga hava kallað loysing.

Og tað undrunarverda er, at hetta verður kallað ein tjóðarsemja, hóast meiningakanningar ferð eftir ferð vísa, at ein meiriluti av Føroya fólki ikki ynskir loysing, men víðkaðar og dagførdar karmar innanfyri ríkisfelagsskapin. Ein politisk semja millum flokkar er ikki tað sama sum ein tjóðarsemja.

EFTA verður samstundis nærum umrøtt sum tann heilagi gralurin, ið skal loysa okkara avbjóðingar við marknaðaratgongd og handilsavtalum.

Men veruleikin er nógv meira samansettur.

EFTA-limaskapur er ikki eitt sjálvvirkandi atgongumerki til allar handilsavtalur hjá EFTA. Nýggjur limaskapur krevur góðkenning frá EFTA-londunum, og at gerast partur av verandi fríhandilsavtalum krevur eisini samráðingar og samtykki frá pørtunum í teimum einstøku avtalunum.

Og uppaftur týdningarmiklari fyri Føroyar: fiskivinna og landbúnaður eru júst øki, sum ikki eru fevnd av fríu vørurørsluni í EBS á sama hátt sum vanligar ídnaðarvørur. Tað eigur at fáa okkum at steðga á, tá fiskur er sjálvt grundarlagið undir føroyska útflutningsbúskapinum.

Sjálvandi skulu vit arbeiða fyri betri marknaðaratgongd. Sjálvandi skulu vit hava størri uttanríkispolitiskt rásarúm. Og sjálvandi skulu Føroyar hava so sterka altjóða umboðan sum gjørligt.

Men skulu vit loysa Føroyar úr ríkisfelagsskapinum fyri at fáa eitt føroyskt skelti á hurðina í fleiri altjóða felagsskapum, uttan at hugsa um, hvat tað annars inniber av konsekvensum sum heild?

Tað haldi eg er at venda málinum á høvdið.

Vit hava longu prógvað, at tað ber til at vinna Føroyum størri altjóða heimildir innan verandi ríkisrættarligu støðu. Tað er staðfest, at ríkisrættarliga støða Føroya loyvir sjálvstøðugum føroyskum limaskapi í WTO. Hví skal loysing so gerast til fortreyt fyri øllum øðrum?

Vit skulu ikki loysa fyri loysingarinnar skuld. Og vit skulu ikki taka eitt tað størsta stigið í Føroya politisku søgu fyri at fáa limaskap í IOC, NEAFC, NAFO ella øðrum altjóða felagsskapum.

Hetta snýr seg um okkara framtíð,  búskap,  vinnulív, marknaðaratgongd, trygd og rættindi hjá komandi ættarliðum.

So mín áheitan er einfald:

Lat vit og skil ráða heldur enn kenslurnar.

Og skulu Føroyar einaferð loysa, so skal tað vera tí, at Føroya fólk greitt ynskir tað  við eini fólkaatkvøðu– ikki tí ein politisk semja verður doypt “tjóðarsemja”.

Eg eri samdur í, at ein dagføring og nýggj avtala millum londini skal gerast , men loysing er ikki loysnin uppá allar okkara avbjóðingar.

At Føroyar gerast ein statur er ikki einstýðandi við, at vit fáa størri vælferð – kanska tvørturímóti.

Johan Dahl

Mest lisið hesa vikuna

Hví sigur Landsbankin ikki alla søguna?

Í gjár kl. 12:09

Máttu í fjøllini at bjarga útlendskum ferðamanni oman á slætt

12. sepember kl. 09:10

Danmark fyrireikar kirkjuna til stórkríggj: Kann fáa upp í 20 fallnar hermenn um dagin

13. sepember kl. 15:00

Viðhvørt hava vit eina sjúka mentan í Løgtinginum

10. sepember kl. 15:06

Løgreglan vil tosa við bilførara sum elvdi til óhapp

14. sepember kl. 09:44

Vit geva fólki milliónir í almennum stuðuli - hóast tey ikki hava brúk fyri tí

10. sepember kl. 14:13