Ongi úrslit

Føroya Banki: 187 milliónir í avlopi – fleiri rentuhækkingar í væntu

Føroya Banki hevði 187 milliónir krónur í avlopi fyrstu níggju mánaðirnar í ár. Samstundis væntar bankin fleiri rentuhækkingar komandi árið.

© Føroya Banki.
Góð úrslit og fleiri rentuhækkingar í væntu. Turið F. Arge, forstjóri í Føroya Banka, væntar framhaldandi vøkstur í bankanum.
Edmund Jacobsen
2 tímar síðan

Føroya Banki hevði 62 milliónir krónur í avlopi eftir skatt í triðja ársfjórðingi. Samlaða avlopið fyrstu níggju mánaðirnar var 187 milliónir krónur.

Tað vísa roknskapartølini, sum bankin kunngjørdi mikudagin 4. november.

Bæði innlán og útlán eru hækkað, og samlaða virksemið er vaksið fimm prosent higartil í ár.

Væntar fleiri rentuhækkingar

Rentan hækkaði bæði í juli og oktober. Tað hevur gjørt tað dýrari at lána pengar, men samstundis fáa kundarnir hægri rentu av innistandandi peningi.

Sambært Føroya Banka væntar marknaðurin umleið tvær rentuhækkingar aftrat komandi árið.

Hóast hækkandi rentur leggja størri fíggjarligt trýst á lántakararnar, sær bankin eingi tekin um, at kundarnir hava trupulleikar við at halda sínar gjaldsskyldur.

– Vit afturføra niðurskrivingar, og tað sigur nakað um ein kundaskara, sum stendur seg væl og klárar at svara sínum skyldum í bankanum, sigur Turið F. Arge, forstjóri.

Svar upp á lánaumbøn innan ein tíma

Bankin hevur eisini samtykt eina nýggja strategi fyri árini 2027–2030.

Málið er, at privatkundar í 2030 skulu kunna gerast kundar eftir í mesta lagi tíggju minuttum og fáa svar upp á eina lánaumbøn innan ein tíma.

– Tó so er tað umráðandi, at vit varðveita ta persónligu og nærverandi ráðgevingina, sum okkara kundar eisini hava tørv á, sigur Turið F. Arge.

Bankin ætlar harumframt at økja um virksemið í Grønlandi.

Útlánini eru 9,9 milliardir krónur, meðan innlánini eru 11,6 milliardir krónur.

Leiðslan væntar, at ársúrslitið eftir skatt verður millum 225 og 255 milliónir krónur.

Mest lisið hesa vikuna

Leita eftir manni í Havn

29. oktober kl. 07:46

Nógvar grýlur og nógv full fólk í Havn í nátt

1. november kl. 09:29

Maðurin afturfunnin í øllum góðum

29. oktober kl. 08:36

Aftursvar til Sylviu Thomsen: Bústaðarneyðin verður ikki loyst við fleiri skattum

29. oktober kl. 16:39

Árni, tað er munur á at eiga eitt heim og at eiga til íløgu

30. oktober kl. 10:42

Stúra fyri at seinasta áin á Argjum nú fer undir asfalt og betong

Í gjár kl. 09:30