Ongi úrslit

Føroya Rættur: Álvarslig mistøk í máli um stuðul til kvinnu við breki

Føroya Rættur hevur ógildað eina avgerð hjá Føroya Kærustovni, tí myndugleikarnir ikki tóku nøktandi atlit til læknaváttanir um álvarliga skert gonguføri.

© Megd.
Heidi E. Hammer saman við advokati sínum, Jónas Tór Næs, framman fyri dómhúsið, tá ið dómsviðgerðin var í Føroya Rætti.
Edmund Jacobsen
4 tímar síðan

Ein 50 ára gomul kvinna úr Sandavági hevur fingið viðhald í Føroya Rætti eftir drúgvt stríð við Almannaverkið og Føroya Kærustovn um stuðul til bil.

Føroya Rættur staðfestir, at so álvarslig brek vóru í málsviðgerðini, at tað ikki kann útilokast, at tey hava ávirkað avgerðina.

Tí er avgerðin ógildað, og málið skal viðgerast av nýggjum.

Tað skrivar MEGD, sum hevur verið við til at fyrireika rættarmálið.

Sýttu stuðul hóast álvarligt rørslubrek

Heidi E. Hammer úr Sandavági hevur verið illa rørsluskerd og havt áhaldandi pínu síðan eina álvarliga fallvanlukku í 2015.

Í mai 2023 søkti hon Almannaverkið um fíggjarligan stuðul til ein bil við automatiskum giri.

Almannaverkið sýtti umsóknini eftir eina tørvsmeting og eina gonguroynd. Føroya Kærustovnur staðfesti avgerðina.

Men sambært tveimum læknaváttanum kundi kvinnan í mesta lagi ganga 200 metrar á sløttum lendi ein góðan dag. Hon megnaði hvørki at ganga til handils ella til bussin og hevði trupult við at gera neyðug ørindi.

Nýggjar læknaváttanir vórðu ikki tiknar við

Avgerandi fyri dómin vóru tvær læknaváttanir, sum kvinnan hevði lagt fyri Kærustovnin.

Kærustovnurin bygdi hinvegin sína meting á eldri læknaváttanir frá 2022, sum vóru gjørdar í øðrum sambandi.

Føroya Rættur vísir á, at tað ikki sæst, at myndugleikarnir hava tikið atlit til nýggjaru upplýsingarnar.

Sambært MEGD er hetta fyrstu ferð, at felagsskapurin hevur verið við til at fyrireika eitt rættarmál um rættindi hjá fólki við breki.

Dómurin merkir ikki, at kvinnan hevur fingið játtað stuðul. Málið skal nú viðgerast av nýggjum.

Mest lisið hesa vikuna

Kanna eitt mál um haturstalu ímóti samkyndum

11. oktober kl. 09:14

Landsstýrið hevur ferðast fyri 3,4 milliónir upp á eitt hálvt ár

Í gjár kl. 08:42

Suðuroyartunnilin skal vera ótrúliga dýrur áðrenn tað ikki loysir seg

10. oktober kl. 10:59

Biður Jacob Vestergaard sláa kalt vatn í blóðið - annars fær hann krav um endurgjald

10. oktober kl. 15:20

Mín uppliving við heilabløðing og ein áheitan á Løgtingið

11. oktober kl. 17:59

Vegurin avbyrgur av stórari skriðu

Í gjár kl. 11:54