Ongi úrslit

Føroya Rættur fær heimild at senda kunngering umvegis Mínboks

Føroya Rættur skal framyvir kunna senda kunngeringar talgilt umvegis Mínboks.

© Edmund Jacobsen
Myndin er gjørd við vitlíki.
Edmund Jacobsen
28. apríl kl. 16:28

Tað er kjarnin í einum nýggjum lógaruppskoti frá Fíggjarmálaráðnum, sum Løgtingið hevur til viðgerar í dag.  Endamálið er at gera kunngering skjótari, tryggari og meira nútíðarhóskandi.

Lógaruppskotið gevur Føroyum Rætti greiða heimild at senda rættarlig boð talgilt, við sama rættarvirknaði sum galdandi reglur í rættargangslógini. Tað merkir, at boðini ikki bara skulu vera send, men eisini staðfestast at vera komin til kunnleika hjá móttakaranum .

Talgild kunngering skal stytta málsviðgerðina

Í dag verður kunngering í høvuðsheitum send við posti. Tað er bæði dýrt og seinført. Postboð koma ofta, tá fólk eru til arbeiðis, og tað krevur javnan fleiri royndir at fáa handað boðini. Hetta seinkar rættarmálum og leingir málsviðgerðartíðir .

Við talgildari kunngering fær rætturin váttan fyri, at móttakarin hevur sæð boðini. Hetta ger mannagongdina bæði skjótari og meira álítandi.

Sambært Føroyum Rætti er talgild kunngering ein “skjót, effektiv og beinleiðis handan” av boðum, sum kann minka um seinkingar í rættarmálum .

Galdandi skipan verður framvegis nýtt hjá summum

Ikki øll fara at fáa talgild kunngering. Borgarar, sum ikki hava Mínboks, ella hava latið øðrum fulltrú, fáa framvegis kunngering eftir verandi mannagongdum, til dømis við posti .

Kunngering fevnir um týdningarmikil rættarlig boð. Tað kann vera stevning, innkalling ella dómur. Tað er eitt krav, at móttakarin hevur fingið kunnleika um innihaldið, ikki bara móttikið tað .

Trygd og dátuvernd reist spurningar

Í hoyringini varð víst á, at talgild loysn í Mínboks livir upp til neyðug trygdarkrøv og er í samsvari við krøv til dátuvernd .

Samtíðis hevur Dátueftirlitið ávarað um dátufluting til ríkismyndugleikar, sum í løtuni ikki eru fevndir av føroysku dátuverndarlógini. Arbeitt verður við at loysa henda spurningin, og fyribils verður skipanin kortini nýtt .

Lógaruppskotið hevur ikki beinleiðis fíggjarligar avleiðingar fyri land og kommunur. Tvørturímóti verður mett, at sparingar kunnu fáast, tí minni verður brúkt upp á postgjald og arbeiði við pappírsskjølum .

Fyri Posta kann broytingin hava avleiðingar, tí færri brøv verða send.

Mest lisið hesa vikuna

Ein óvanliga óheppin dagur hjá Strandferðsluni

1. juli kl. 20:44

Leita eftir kvinnu sum framdi grovan harðskap

Í gjár kl. 06:48

Hetta má vera dreymaferian hjá nógvum

Í gjár kl. 14:22

Brotsverkini í Føroyum gerast álvarsamari

1. juli kl. 13:27

Paul Watson komin inn um 200 mílamarkið

28. juni kl. 12:49

Lótu tvær grindir fara í gjár - vilja ikki drepa bara fyri at drepa

1. juli kl. 10:03