Ongi úrslit

Føroya Tele tekur fyrsta stig í 100 millióna kapitalætlan fyri P/F Net

Høvuðsuppgávan hjá P/F Net er at tryggja, at allir føroyingar hava atgongd til skjótt, støðugt og framtíðartryggjað fjarskiftisundirstøðukervi

Føroya Tele
6 tímar síðan

Føroya Tele tók fyrsta stigið at styrkja P/F Net á eykaaðalfundi í dag, har samtykt var at seta 25 milliónir krónur í P/F Net. Hetta er ein liður í at framtíðartryggja breiðband í øllum Føroyum

Føroya Tele hevur lagt eina ítøkiliga ætlan um at styrkja kapitalgrundarlagið hjá P/F Net við tilsamans 100 milliónum krónum komandi fýra árini. Fyrsta stigið í ætlanini er samtykt á eykaaðalfundi í dag, har P/F Telefonverkið hevur hækkð partapeningin í P/F Net við 25 milliónum krónum.

Ætlanin er síðani, at kapitalgrundarlagið hjá P/F Net verður styrkt við 25 milliónum krónum árliga næstu árini sum liður í samlaðu kapitalætlanini. Komandi kapitalhækkingar verða viðgjørdar og framdar sambært neyðugum felagsrættarligum samtyktum.

P/F Net fær við hesari heildarætlanini eitt sterkari fíggjarligt grundarlag at halda fram at menna føroyska fjarskiftisnetið. Endamálið er at tryggja, at felagið eisini komandi árini hevur fíggjarligu styrkina at gera neyðugar íløgur og nøkta vaksandi tørvin á skjótum, støðugum og framtíðartryggjaðum breiðbandstænastum hjá føroysku húsarhaldunum, vinnulívinum og almenna geiranum.

Kristian Davidsen, samtaksstjóri í Føroya Tele, sigur:

– Vit vilja tryggja, at føroyska fjarskiftiskervið eisini um 10 og 20 ár er ført fyri at nøkta tørvin hjá øllum føroyingum. Hetta krevur bæði framhaldandi íløgur og eina burðardygga fíggjarliga menning. Við hesum kapitalstyrki leggja vit lunnar undir ta menningina.

Nýtt menningarstig

P/F Net hevur seinnu árini gjørt stórar íløgur í at útbyggja fipurnetið kring alt landið. Hetta hevur havt við sær, at Føroyar hava eitt sera væl útbygt breiðbandsnet, og eitt sterkt grundarlag er hervið lagt undir talgildu menningina av samfelagnum. Íløgurnar hava kravt stóran kapital, og harumframt skal  P/F Net taka eitt nýtt stig á menningarleið. Komandi árini verður dentur lagdur á at fáa størri gagn av teimum íløgunum, sum longu eru framdar, samstundis sum neyðug útbygging heldur fram á einum fíggjarliga burðardyggum grundarlagi.

Høvuðsuppgávan hjá P/F Net er at tryggja, at allir føroyingar hava atgongd til skjótt, støðugt og framtíðartryggjað fjarskiftisundirstøðukervi. Frameftir verður serligur dentur lagdur á at økja gagnnýtsluna av verandi neti, raðfesta íløgur skynsamt og styrkja fíggjarligu burðardygdina hjá felagnum. Samstundis skal P/F Net framhaldandi virka á neutralum grundarlagi og tryggja eitt undirstøðukervi innan fjarskifti, har allir fjarskiftisveitarar hava javnbjóðis og gjøgnumskygda atgongd til netið.

Eykaaðalfundurin samtykti eisini at broyta nevndina í P/F Net. Hetta er liður í at fyrireika felagið til næsta menningarstigið, og nýggja nevndin skal sostatt tryggja, at fjarskiftisundirstøðukervið framhaldandi er í støðugari menning. Í nevndini í P/F Net sita nú Jakob Brebbia Dirksen, formaður, Ulla Joensen, næstforkvinna, nevndarlimirnir William Joensen og Gudny Langgaard, og starvsfólkavaldu umboðini Rúni Árting og Niels á Reynatúgvu.

Mest lisið hesa vikuna

Smyril bjargaði manni úr bjargingarbáti eystanfyri Sandoynna

17. juni kl. 17:15

Aftur eitt ferðsluóhapp við brúnna um Streymin

15. juni kl. 07:43

Svenskari handtikin í Føroyum fyri álvarslig lógarbrot í Svøríki

14 tímar síðan

Stór verjuætlan: Tórshavn kann fáa loftverju móti rakettálopum

15. juni kl. 16:00

Vit blivu ordiliga rørd

15. juni kl. 22:41

Bjarging eystan fyri Sandoynna: Ein stór alda fylti bátin

Í gjár kl. 13:36