Ongi úrslit

Føroyameistararnir skulu finnast um vikuskiftið

Áki Bertholdsen
1 tími síðan

Fyrsta almenna FM kappingin í sandflogbolti verður avgjørd um vikuskifti í Fuglafirði, har mentanarvika er.

Harvið verða føroyameistarar í sandflogbólti kosnir á fyrsta sinni í Føroyum.

Tilsamans seks FM stevnur hava verið kring landið. Hin fyrsta var 27. juni í Fuglafirði og síðani tá, hava stevnur verið í Sandavági, í Havn, á Sandi og so aftur í Fuglafirði.

Hjá kvinnunum eru tað serliga trý lið, sum hava verið við í flestu kappinunum og sum nú liggja væl fremst í FM kappingini. Tey eru Bylgja Holm og Julie Madsen, sum liggja á odda nú innleiðandi FM stevnurnar eru liðnar.

Nunnar tvey eru Jakobina Joensen og Milja Silvansdóttir og nr. trý eru Anna Katrina í Haraldstovu og Tova S. Nielsen. 

Hjá monnunum hava fýra lið skifts um at ligið fremst í kappingini og nú eru Kaj Johannesen og Elias B. Jensen á odda, Nummar tvey eru Jónstein Jacobsen og Sofus B. Mortensen, nummar trý Jens Heri Bolstad Mortensen og Tórður Højsted og nr. fýra eru Bjarni Larsen og Oleksandr Dmytriiev.

Kappingin byrjar í morgin, fríggjadagin klokkan 16.45 og heldur fram leygardagin frá klokkan 11.15. Finalurnar verða leygardagin, tann hjá kvinnunum verður klokkan 15 og tann hjá monnunum verður ein tíma seinni, klokkan 16

Kappingin verður í innandura sandflogbóltshøllini, Koksið, sum er við havnalagið í Fuglafirði. 

Mest lisið hesa vikuna

Løgtingslimir vilja sleppa at skjóta kóp - teir flokka hann sum skaðadjór

27. august kl. 11:45

Lutfalsliga nýtt gentunavn var best umtókt í fjør

Í gjár kl. 11:10

Opið bræv til Jacob Vestergaard

27. august kl. 23:58

Løtumyndir-Norðfestivalurin

29. august kl. 21:18

Løgreglan hevur eina staðiliga áheitan á foreldur at ungdómum

28. august kl. 10:40

Fara at gera kollveltandi royndir við fiskiskapi undir Føroyum

1. sepember kl. 08:50