Ongi úrslit

Føroyar á ES-ráðstevnu: Bárður legði dent á trygd og samstarv í Arktis

Bárður á Steig Nielsen nýtti ES-ráðstevnu í Brússel til at leggja dent á altjóða samstarv, trygd og burðardygga umsiting av tilfeinginum í Arktis.

© Uttanríkis- og fiskivinnumálaráðið.
Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og fiskivinnumálum, luttók týsdagin á ráðstevnuni EU Arctic Forum and Indigenous Peoples’ Dialogue í Brússel.
Edmund Jacobsen
5 tímar síðan

Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og fiskivinnumálum, luttók týsdagin á ráðstevnuni EU Arctic Forum and Indigenous Peoples’ Dialogue í Brússel. Ráðstevnan verður hildin 1.–3. september.

Trygd og altjóða reglur

Í einari pallborðssamrøðu við Charlina Vitcheva, aðalstjóra í DG MARE, legði landsstýrismaðurin dent á týdningin av altjóða samstarvi, vísindagrundaðum avgerðum og einari skipan, sum byggir á altjóða lóg og reglur.

Hann vísti eisini á føroyska íkastið til burðardygga umsiting av hav- og sjótilfeingi og á týdningin av øktum samstarvi um trygd og tilbúgving í Arktis.

Føroyar og ES umrøddu samstarvið

Landsstýrismaðurin hevði eisini fund við Costas Kadis, ES-nevndarlim í hav- og fiskivinnumálum. Teir umrøddu samstarvið millum Føroyar og ES.

Ráðstevnan savnar stjórnarumboð, granskarar og umboð fyri upprunafólk. Á skránni eru millum annað veðurlagsbroytingar, búskaparlig menning, gransking og samstarv í Arktis.

Mest lisið hesa vikuna

Løgtingslimir vilja sleppa at skjóta kóp - teir flokka hann sum skaðadjór

27. august kl. 11:45

Lutfalsliga nýtt gentunavn var best umtókt í fjør

Í gjár kl. 11:10

Opið bræv til Jacob Vestergaard

27. august kl. 23:58

Løtumyndir-Norðfestivalurin

29. august kl. 21:18

Løgreglan hevur eina staðiliga áheitan á foreldur at ungdómum

28. august kl. 10:40

Fara at gera kollveltandi royndir við fiskiskapi undir Føroyum

Í gjár kl. 08:50