Fyrsta juli vóru 20.064 húski í Føroyum, 187 fleiri enn við ársbyrjan. Í sama tíðarskeiði vaks fólkatalið við 603 fólkum.
Størsti húskisbólkurin er húski við einum fólki. Tey eru 5.579 í tali og svara til 28 prosent av øllum húskjum.
Næststørsti bólkurin er húski við tveimum vaksnum uttan børn. Tey eru 5.017 í tali og svara til umleið ein fjórðing av øllum húskjum. Samanlagt eru hesir báðir bólkarnir meira enn helvtin av øllum húskjum í Føroyum. Í tveimum triðingum av húskjunum búgva eingi børn.
Síðan 1. januar 2014 er talið á húskjum við einum vaksnum vaksið 39 prosent. Tað er lutfalsliga størsti vøksturin millum húskisbólkarnar.