Løgtingsmaðurin Jóhannis Joensen hevur sett Aksel V. Johannesen, landsstýrismanni í fíggjarmálum, ein skrivligan fyrispurning um kommunala útjavning og nýggja fíggingarleistin fyri eldraøkið.
Hann spyr millum annað, um landsstýrismaðurin hevur mett um møguleikarnar fyri at seta eina kommunala útjavningarskipan í verk, og hvørjir fyrimunir og vansar kunnu vera við einari slíkari skipan.
Samstundis verður spurt, um verandi skipan kann føra til størri mun á skattatrýsti og tænastustøði millum kommunurnar.
Kommunurnar hava sera ymisk fíggjarlig kor
Bakgrundin er, at føroysku kommunurnar hava sera ymiskar fíggjarligar fortreytir. Summar kommunur hava eitt sterkt inntøkugrundarlag við stórum vinnuvirksemi, meðan aðrar hava munandi veikari inntøkugrundarlag. Kortini hava allar ábyrgd av grundleggjandi vælferðartænastum til borgararnar.
Serliga eldraøkið leggur trýst á kommunurnar. Síðan økið varð lagt út til kommunurnar í 2015, eru útreiðslurnar vaksnar. Við broyttari fólkasamanseting og fleiri eldri verður væntað, at trýstið fer at vaksa enn meira komandi árini.
Ótti fyri A- og B-kommunum
Fíggjarmálaráðið og Kommunufelagið hava sett ein arbeiðsbólk at kanna, hvussu eldraøkið skal fíggjast komandi árini. Jóhannis Joensen reisir í hesum sambandi spurningin, um kommunal útjavning eisini eigur at verða partur av einari framtíðar loysn.
Í viðmerkingunum verður víst á vandan fyri, at Føroyar kunnu enda við A- og B-kommunum, har borgarar í summum kommunum mugu bera eina størri fíggjarliga byrðu fyri at fáa somu vælferðartænastur sum borgarar aðrastaðni.
Føroyar eru sambært fyrispurninginum einasta landið í Norðurlondum, sum ikki hevur eina kommunala útjavningarskipan.