Síðsta bríksl hevur verið í Moldova, og úrslitið varð 1-1. Tá ið leikgongdin síðsta hálva tíman verður havd í huga, so kann tað ikki sigast annað, enn at Føroyar hava orsøk til at vera nøgdar við eitt stig, meðan tað er lætt at skilja, at teir í heimaleguni eru vónbrotin um, at tað ikki eydnaðist at vinna fulla úrtøku. Moldova hevur ikki vunniði fulla úrtøku í tvey ár. Seinasti sigurin var á útivølli í Andorra í Nations League.
Hetta er triðja ferðin, at Føroyar spæla landsdyst í fótbólti í Moldova, og hetta er triðja ferðin, at úrslitið er 1-1.
Moldova javnaði til 1-1 í 66. minutti. Tað var við framúr frísparki eitt vet uttanfyri brotsteigin í vinstru, at innskifti Sergiu Percuin smekkaði bóltin heilt upp í handara málkrókin.
-Vit fara at royna at hava betri tak á bóltinum og samanspæla longri frammi á vøllinum, enn vit hava gjørt í fyrra hálvleiki, segði Atli Gregersen hjálparvenjari við Trónd Arge, tá ið spælararnir vóru á veg á vøllin til seinna hálvleik.
Hetta eydnaðist ikki, og eftir at Moldova hevði javnað til 1-1, og eftir t Géza Dávid Turi var skiftur út, sá tað út til, at heimaliðið av álvara fekk tak á spælinum. Tað mesta gekk fyri seg á føroysku hálvuni, og áskoðararnir, sum ikki eru vanir við, at teirra menn hava møguleika at vinna, tevjaðu av álvara blóð.
Síðstu løtuna gekk tað mesta fyri seg í føroyska brotsteiginum og eisini í føroyska málteiginum. Miðverjarnir Samuel Johansen Chukwudi, Gunnar Vatnhamar og serliga eyðsýndi Andrias Edmundsson ofraðu seg fullkomiliga, og tá ið tað síðsta korterið fleiri ferðir var um reppið, at Moldova skoraði sigursmálið, vóru tað tvørtræið, stólpin og Mattias H. Lamhauge, ið var ein sannur brandur í málinum, sum syrgdu fyri, at Føroyar hava eitt stig í viðførinum, nú leiguflogfarið um eina løtu lættir úr Moldova við kós ímóti Føroyum, har farið verður undir fyrireikingarnar til næstu uppgávu, sum verður ímóti Slovakia á heimavølli.
Tá sá annars gott út, tá ið Føroyar í 26. minutti løgdu seg á odda 1-0. Eftir at Moldova fyrstu løtuna var álopskent og ágrýtið, og Føroyar fyri tað mesta vóru í verjustøðu, eydnaðist tað nakrar ferðir at koma í álop, og tá var tað, at Géza Dávid Turi vann Føroyum brotsspark, sum liðformaðurin Viljormur Davidsen so sera trygt umsett til 1-0. Hetta var sjeynda ferðin, at Viljormur var málskjútti, og hetta var sætta ferðin, at hann skoraði við brotssparki.