Ongi úrslit

Føroyar frammaliga í nýskapan: Men vøru- og tænastunýskapanin haltar

61 prosent av føroysku fyritøkunum fremja nýskapan. Tað er millum hægstu lutføllini í Norðurlondum, men støðan er øðrvísi innan vørur og tænastur.

© Hagstova Føroya.
Bert 17 prosent av føroysku fyritøkunum fremja nýskapan innan vørur og tænastur. Tað er lægsta lutfallið í Norðurlondum.
Edmund Jacobsen
2 tímar síðan

Føroyskar fyritøkur eru millum tær mest nýskapandi í Norðurlondum. 61 prosent fremja eitthvørt slag av nýskapan, og Føroyar eru sostatt á hædd við Svøríki og beint framman fyri Noreg og Finnland. Í Danmark eru 48 prosent av fyritøkunum nýskapandi. Hagtøl fyri Ísland fyri tíðarskeiðið 2022–2024 eru ikki tøk.

Myndin er tó ein onnur, tá ið hugt verður at nýskapan innan vørur og tænastur.

Føroyar aftast við vørum og tænastum

Bert 17 prosent av føroysku fyritøkunum fremja nýskapan innan vørur og tænastur. Tað er lægsta lutfallið í Norðurlondum. Í Svøríki er lutfallið 33 prosent, í Noregi og Finnlandi 32 prosent og í Danmark 25 prosent.

Hinvegin fremur helvtin av føroysku fyritøkunum nýskapan í arbeiðsgongdum.

Kunningar- og samskiftisvinnan stendur serliga framúr. Har eru allar fyritøkurnar nýskapandi á ein ella annan hátt. Í alivinnuni er lutfallið 80 prosent, meðan helvtin av fyritøkunum í fiskiveiðu fremur nýskapan.

Minni varð lagt í nýskapan

Hóast høga nýskapanarstøðið eru íløgurnar minkaðar. Samlaðu íløgurnar í gransking, menning og nýskapan vóru 748 milliónir krónur í 2024. Tað eru 147 milliónir krónur minni enn í 2022.

Samstundis var nettosølan frá nýggjum ella munandi betraðum vørum og tænastum 323 milliónir krónur lægri enn í undanfarnu kanningini.

Mest lisið hesa vikuna

13 ára gamal koyrdi brandólógligt prutl - í Kvívík eru tey bæði hálvdeyv og fáa ikki sovið

14. august kl. 06:59

Álvarsom hending í Fuglafirði

11. august kl. 21:36

Hann sigur kortanei við Fólkaflokkin

12. august kl. 13:20

Ætla nú at keypa eykaskip til Suðuroyar afturat Smyrli

Í gjár kl. 08:55

Her er best at síggja sólarmyrkingina

11. august kl. 16:06

Funnu lívleysan persón uttandura í Fuglafirði

12. august kl. 06:39