Ongi úrslit

Føroyar fyrireika seg til EM við tveimum dystum móti Eysturríki

Fyrireikingarnar hjá føroyska kvinnulandsliðnum í hondbólti til EM-endaspælið halda fram. Landsliðsvenjararnir hava nú úttikið hópin, sum skal venja í Føroyum og síðani spæla tveir fyrireikingardystir móti Eysturríki.

Jonhard Hammer
2 tímar síðan

Landsliðið verður savnað í tíðarskeiðnum 18. til 25. oktober. Fyrstu dagarnar verður vant í Føroyum, áðrenn leiðin mikudagin 20. oktober gongur til Eysturríkis.

Har skulu Føroyar spæla tveir vinardystir móti eysturríkska landsliðnum. Fyrri dysturin verður hósdagin 22. oktober klokkan 17.00, meðan seinni dysturin verður leygardagin 24. oktober klokkan 16.15.

16 leikarar úttiknir

Í hópinum eru fleiri leikarar, sum spæla uttanlands, serliga í Danmark, men eisini í Póllandi, Íslandi og Rumenia.

Málverjar:
Rakul Wardum, Skanderborg Håndbold (DEN)
Annika Fríðheim Petersen, Gniezno (POL)

Bakkar:
Silja Geirsdóttir Eystberg, Ajax København (DEN)
Jana Mittún, Viborg HK (DEN)
Maria Pálsdóttir Nólsoy, København Håndbold (DEN)
Marita Mortensen, Nykøbing Falster Håndboldklub (DEN)
Fríða Nolsøe Olsen, BK Ydun (DEN)
Ró Reginsdóttir, Neistin
Rakul Borgarlíð Joensen, VÍF

Vengur:
Brynhild Pálsdóttir, BK Ydun (DEN)
Joan Rúnadóttir Johannesen, KA Akureyri (ISL)
Rannvá Olsen, Ejstrup/Hærvejen (DEN)
Christina Turiðardóttir Arge, Hadsten Håndbold (DEN)

Strikur:
Pernille Brandenborg, CSM Bucharest (ROU)
Vár Bentsdóttir Zachariasen, Ajax København (DEN)
Agatha Kjærbæk Djurhuus, KA Akureyri (ISL)

Harumframt verða Lukka Arge og Maria Halsdóttir Weyhe úr H71 við til venjingarnar 18. og 19. oktober.

Golden League áðrenn EM

Eftir dystirnar móti Eysturríki bíða føroysku kvinnunum tveir sterkir fyrireikingardystir aftrat í november.

Føroyar skulu tá luttaka í Golden League í Noregi, har mótstøðuliðini verða tvey av sterkastu hondbóltslondunum í heiminum. Hósdagin 26. november spæla Føroyar móti Noregi, og leygardagin 28. november verður dystur móti Danmark.

Síðani verður sjóneykan av álvara sett á EM-endaspælið. Fyrsti EM-dysturin hjá Føroyum verður leygardagin 5. desember klokkan 19.30, tá Ukraina verður mótstøðuliðið.

Mest lisið hesa vikuna

Løgtingskvinna: Hetta er ein óhugnaligur tanki

5. oktober kl. 08:47

Hetta kundi enda heilt galið á Argjum

2. oktober kl. 08:31

Løgtingsmaður undrast á at landsstýrisfólk ferðast so nógv uttanlands

1. oktober kl. 09:09

Løgreglan mátti fýra ferður eftir sama manni - hann fekk tvær bøtur

4. oktober kl. 12:09

Hesa ferð hevði svikarin ikki eydnuna við sær í Føroyum

4. oktober kl. 09:55

Nú skulu fólk ansa serliga væl eftir at tey ikki verða lumpað

5. oktober kl. 09:37