Ongi úrslit

Føroyar hava meiri enn annað beinið í HM endaspælinum

Nøkur atgongumerki eru eftir til dystin leygarkvøldið við Tjarnir, tá ið Føroyar hava góðan møguleika fyri fyrstu ferð at tryggja sær pláss í HM endaspælinum í manshondbólti

Jóannes Hansen
14. mai kl. 21:57

Tað eru nøkur atgongumerki eftir, sigur Hondbóltssambandið í kvøld. Tað verður sipað til hondbóltsdystin leygarkvøldið, tá ið føroysku menninir hava møguleika at tryggja sær søguligan sigur. Lítil ivi man vera um, at høllin verður fullsett, og at tey eru mong, sum ætla sær at vera eygnavitni, tá ið óføra føroyska liðið fer at vinna seg í HM endaspælið. Vánirnar fyri tí eru í hvussu so er góðar.

Í kvøld vunnu Føroyar 24-22 í Tuzla í Bosnia Hersegovina. Um tað eydnast Føroyum leygarkvøldið í høllini við Tjarnir at vinna, spæla javnt ella ikki at tapa við meiri enn einum máli, so verður fyrsta atgongumerki nakrantíð til HM endaspæl veruleiki. HM endaspælið fyri menn verður í januar í Týsklandi.

Heilt stóri føroyski spælarin á Balkan í kvøld var málverjin Pauli Jacobsen. Verjuspælið riggaði framúr væl, og tað bar við sær, at uppgávan hjá málverjanum var ikki so torfør, sum hon kundi havt verið. Pauli Jacobsen var heilt framúr, og hann var høvuðsorsøkin til, at heimaliðið í fyrra hálvleiki bara skoraði 10 mál.

Í fyrra hálvleiki var bjargingarprosentið hjá føroyska málverjanum omanfyri 50, og tað endaði við at vera 43,59 prosentum, sum er heilt framúr.

Føroyskur toppskjútti í kvøld var Hákun West av Teigum, sum skoraði 11 mál, og honum næstur var Vilhelm Poulsen, sum skoraði fimm mál.

Tað vóru 3000 áskoðarar í høllini í kvøld, og teir koyrdu øgiligt á sínar menn. Hetta órógvaði ikki føroyska liðið, sum hevði fult fokus á tí, sum gekk fyri seg á vøllinum, og tað gekk leingi heilt væl.

Hálvleiksstøðan var 12-10 til Føroyar, og tíðliga í seinna hálvleiki øktist føroyska leiðslan til fýra mál, men so vendi tað, og fram ímóti dystarenda, tá ið heimamálverjin stóð stinnur, var heimaliðið onkra løtuna frammanfyri við einum máli. Men síðstu tíggju minuttirnar fótaði føroyska liðið sær av álvara aftur. Hugburðurin var tann rætti, og so endaði tað 24-22 til Føroyar.

 

Mest lisið hesa vikuna

Holland játtar at hava tikið lívið av barni undir 12 ár

26. juni kl. 17:00

fluttu full fólk úr Steinatúni í gjár

26. juni kl. 09:14

Ein óvanliga óheppin dagur hjá Strandferðsluni

Í gjár kl. 20:44

Brotsverkini í Føroyum gerast álvarsamari

Í gjár kl. 13:27

Paul Watson komin inn um 200 mílamarkið

28. juni kl. 12:49

Lótu tvær grindir fara í gjár - vilja ikki drepa bara fyri at drepa

Í gjár kl. 10:03