Dátur frá kanningum av hælblóðroyndum hjá nýføðingum í Føroyum eru nú fluttar frá Statens Serum Institut (SSI) í Danmark til Heilsustýrið. Talan er um dátur hjá børnum, sum eru fødd í Føroyum frá 2009 og fram.
Í 2024 varð skipanin broytt soleiðis, at sjálvar blóðroyndirnar verða sendar aftur til Føroya, tá kanningarnar í Danmark eru lidnar. Nú verða kanningarúrslitini eisini latin Heilsustýrinum.
Føroyar fáa ræðið yvir tilfarinum
– Tað er ein stórur fyrimunur hjá okkum, at vit nú sjálvi hava bæði PKU-kortini og tilhoyrandi dáturnar í okkara varðveitslu, sigur Noomi Oddmarsdóttir Gregersen, stjóri í Heilsustýrinum.
Hon sigur, at hetta gevur betri yvirlit og lættari atgongd, samstundis sum føroyskir myndugleikar sjálvir umsita nýtsluna av tilfarinum.
Øllum nýføðingum í Føroyum verður boðið at verða kannað fyri 25 álvarsligar, viðføddar sjúkur. Barnið fær eitt prik í hælin 48–72 tímar eftir føðing, og ein blóðroynd verður tikin. Verða sjúkurnar funnar tíðliga, kann skjót viðgerð í flestu førum fyribyrgja álvarsligum meini.
Eldri dátur verða verandi í Danmark
PKU-kortini verða framvegis send til SSI til kanningar. Royndir og dátur kunnu verða varðveitt hjá SSI í upp til 12 mánaðir, áðrenn tær verða latnar Heilsustýrinum.
Heilsustýrið umsitur nú kanningarúrslitini frá hælblóðroyndum hjá teimum, sum eru fødd í Føroyum frá 2009 og fram. Dátur frá 2008 og eldri verða framvegis varðveittar hjá SSI.