Klokkan 19 verður fyrsta bríksl í nýggju EM undankappingini í manshonsdbólti.
Føroyar hava í høllini við Tjarnir vitjan av Kosovo, og allar veddingarfyritøkur og eisini úrslitini í undanfarnu dystum ímóti Kosovo siga, at Føroyar eru stórfavorittur at vinna bæði stigini.
-Vit hava ikki tapt á heimavølli í Føroyum í fýra ár, og liðið hjá okkum hevur ongantíð verið so væl fyri, sum tað er nú. Allir spælararnir eru tøkir. Í landskappingunum spæla teir í feløgum nógv, og teir eru á adressum, sum ger, at teir eru í so góðari dystarvenjing, sum teir ikki hava verið í áður, sigur venjarin Peter Bredstorff-Larsen.
Tað er útselt við Tjarnir, og áhugin er serliga stórur at síggja, hvussu væl fyri Elias Ellefsen á Skipagøtu og Óli Mittún eru.
Óli Mittún hevur í heyst aftur og aftur víst á liðnum hjá GOG, hvussu væl hann er fyri. Bæði í donsku landskappingini og í europeisku kappingini.
Elias Ellefsen á Skipagøtu, sum eftir kappingarlok næsta vár fer at flyta úr THW Kiel og til Aalborg. Kanska er tað orsøkin til, at hann ikki hevur átt so sentralan leiklut higartil í ár, sum hann áður hevur havt.
Tað verður tó ikki roknað við, at leiklutirnir í kvøld vera øðrvísi, enn teir plaga at vera hjá systkinabørnunum, enn teir plaga at vera. Elias verður spælskipari, og landsliðið fer at halda seg eftir leistinum, sum tað plagar at spæla.
-Tað eru bara seks dystir í hesi EM undankappingini, so tað ræður um at vera klárur frá fyrsta bríksli, sigur føroyski landsliðsvenjarin.