Ongi úrslit

Føroyar í nýggjari havætlan: Fiskivinna og aling skulu gerast burðardyggari

Ein felags donsk, grønlendsk og føroysk nevnd hevur valt níggju granskingarøki, sum skulu styrkja grundarlagið undir framtíðar umsiting av havinum.

Fiskivinna, aling, veðurlagsbroytingar og broytingar í Norðuratlantshavi eru millum økini, sum skulu raðfestast í havgranskingini komandi árini.
Edmund Jacobsen
2 tímar síðan

Fiskivinna, aling, veðurlagsbroytingar og broytingar í Norðuratlantshavi eru millum økini, sum skulu raðfestast í havgranskingini komandi árini.

Tað er niðurstøðan hjá donsku, grønlendsku og føroysku nevndini fyri Haváratíggju ST. Nevndin hevur peikað á níggju granskingarøki, sum hava serligan týdning fyri havið kring Danmark, Grønland og Føroyar.

Nevndin varð sett á stovn í 2023 sum liður í Haváratíggju ST 2021–2030. Endamálið er at savna týðandi granskingarraðfestingar og styrkja gransking, dátusavnan, miðling og samstarv um havið.

Fiskivinna og aling skulu gerast burðardyggari

Ein av høvuðsraðfestingunum er at menna fiskivinnu og aling, so at størri atlit verða tikin at náttúru, búskapi og sosialum viðurskiftum.

Nevndin vísir á, at fiskivinna og aling hava stóran týdning fyri matvøruframleiðslu, búskap og lívsgrundarlagið í strandsamfeløgum, ikki minst í Føroyum og Grønlandi. Samstundis kunnu vinnurnar ávirka havbotnin, vistskipanir og lívfrøðiliga margfeldið.

Mælt verður millum annað til at menna meira selektivan fiskireiðskap, burðardyggari fóður til alivinnuna og framkomna eftirlitstøkni, sum kann stuðla undir ábyrgdarfullari umsiting av fiskastovnum. Samstarvið millum myndugleikar, vinnu og gransking skal eisini styrkjast.

Norðuratlantshavið undir sjóneykuni

Nevndin vil eisini tryggja og menna langtíðar mátingar av veðurlagi, havstreymum og vistskipanum í Norðuratlantshavi og Arktis. Endamálið er at fáa betri vitan um broytingar, sum kunnu fáa stórar avleiðingar fyri bæði náttúru og samfeløg.

Harumframt verður mælt til betri atgongd til havdátur og til at menna talgildar tvíburar av havinum. Vitlíki skal eisini brúkast til at sameina eygleiðingar og modell og harvið styrkja gransking og umsiting av havinum.

Mest lisið hesa vikuna

Føroysk sparibússa funnin á Jan Mayen - eftir 57 ár

24. august kl. 08:20

Myndir-Sjómannadagurin 2026

22. august kl. 23:20

Løgreglan tók sjey prutl í einum

23. august kl. 09:22

Ben Arabo og Fróði Magnussen »skíta á serfrøðina«

26. august kl. 12:18

Løgtingslimir vilja sleppa at skjóta kóp - teir flokka hann sum skaðadjór

27. august kl. 11:45

Aron er á veg til Skotlands

24. august kl. 19:01