Kanningar hjá Rakul Mariu Ingunardóttir Johannesen vísa, at føroyska basaltið er sera væl egnað til at goyma CO₂. Sambært henni kunnu Føroyar tí gerast CO₂-neutralar.
– Vit kunnu saktans taka upp eftir okkum sjálvum og gerast eitt CO₂-neutralt land, sigur hon.
Á Sandvíkarhjalla er borað 520 metrar niður í undirgrundina. Royndir við vatni vísa, at gjøgnumstroymið í basaltinum er væl betri enn væntað. Harumframt eru basaltflágirnar á landi lætt atkomiligar. Tí kann vera bæði lættari og bíligari at bora til CO₂-goymslur í Føroyum enn nógva aðrastaðni.
Kann gerast nýggjur vinnuvegur
Næsta stigið verður at spræna smáar nøgdir av vatnblandaðum CO₂ niður í undirgrundina. Endamálið er at kanna, hvussu skjótt CO₂ bindur seg í grótið og verður mineraliserað.
Rakul Maria sær eisini vinnumøguleikar í tøknini, tí nógv av henni er hin sama sum tann, ið verður brúkt í oljuleiting og oljuframleiðslu. Tað kann sambært henni skapa nýggj arbeiðspláss í Føroyum.