Ongi úrslit

Føroyar kunnu vera ein miðdepil fyri rúmdarvinnu í Evropa

Áki Bertholdsen
59 minuttir síðan

Føroyar liggja væl fyri til eina rúmdarvinnu. Tað heldur Bjarni Kárason Petersen, løgtingsmaður fyri Framsókn.

Tí vil hann nú hava Jacob Vestergaard, landsstýrismann í vinnumálum, at greiða frá, hvat hann heldur um, at vit skulu leggja okkum eftir at fáa eina rúmdarvinnu í Føroyum  

– Rúmdarvinnan er ein skjótt vaksandi vinna kring heimin, og stórveldini brúka nógva tíð og orku til at menna sína rúmdarvinnu, staðfestir Bjarni Kárason Petersen

Hann sigur, at hetta er eisini galdandi fyri londini í Evropa.

Men hann staðfestir somuleiðis, at Føroyar liggja væl fyri til at hava eina rúmdarvinnu.

– Hetta, og so tað, at Evropa vil hava sínar egnu førleikar innan rúmdarvinnu, skapar fortreytirnar fyri, at Føroyar kunnu vera ein miðdepil fyri rúmdarvinnu í Evropa, sigur tingmaðurin fyri Framsókn.

Hann sigur, at Føroyar liggja soleiðis fyri at tað ber til at gera móttøkustøðir til at heinta dátur frá teimum rakettum og fylgisveinum, ið ferðast í føroyskum øki.

Føroyar liggja eisini væl fyri til eina rakettstøð, sum kann senda lítlar og miðalstórar rakettir í ringrás.

Bjarni Kárason Petersen leggur tó afturat, at ein framtíðar rúmdarvinna í Føroyum kann tó hava ávirkan á umhvørvið, loftrúm, trygd, fiskiskap og mangt annað, og tí má eisini leggjast upp fyri slíkum viðurskiftum.

Mest lisið hesa vikuna

Løgtingslimir vilja sleppa at skjóta kóp - teir flokka hann sum skaðadjór

27. august kl. 11:45

Opið bræv til Jacob Vestergaard

27. august kl. 23:58

Lutfalsliga nýtt gentunavn var best umtókt í fjør

Í gjár kl. 11:10

Løtumyndir-Norðfestivalurin

29. august kl. 21:18

Løgreglan hevur eina staðiliga áheitan á foreldur at ungdómum

28. august kl. 10:40

Íslendingar vraka ES

30. august kl. 09:30