Ongi úrslit

Føroyar missa tey ungu: Ein fimtingur av hvørjum ungdómsárgangi hvørvur

Alt ov nógv ung koma ikki aftur eftir loknan lestur. Tað hóttir arbeiðsmarknaðin, fólkavøksturin og framtíðargrundarlagið undir føroyska samfelagnum.

© Misha Martin / Unsplash
Tórshavn.
Edmund Jacobsen
3 tímar síðan

Føroyar missa ein fimting av hvørjum ungdómsárgangi, tí helvtin av teimum, ið fara uttanlands at lesa, ikki kemur aftur. Samstundis hevur barnatalið í fleiri ár verið ov lágt til at varðveita fólkatalið.

Hetta er ein av størstu framtíðaravbjóðingunum hjá Føroyum, sambært ársfrásøgnini hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag. Felagið ávarar um eina neilaga gongd, har eitt minkandi fólkatal ger samfelagið minni fjølbroytt og minni spennandi. Tað kann aftur fáa enn fleiri ung at velja Føroyar frá.

Bústaðir og størv skulu venda gongdini

Skulu fleiri ung velja Føroyar, mugu karmarnir betrast. Føroya Arbeiðsgevarafelag vísir serliga á tørvin á fleiri smærri íbúðum og leigubústøðum.

Ung skulu hava ein veruligan møguleika at sleppa inn á bústaðarmarknaðin. Felagið mælir eisini til fleiri útstykkingar og skjótari viðgerð av matrikuleringum og byggiloyvum.

Úrvalið av størvum skal eisini gerast størri. Tað krevur sambært felagnum einfaldari vinnukarmar og betri møguleikar hjá nýggjum fyritøkum at verða stovnaðar og vaksa.

Fleiri skulu útbúgva seg í Føroyum

Útbúgvingartilboðini í Føroyum skulu í størri mun samsvara við áhugan hjá teimum ungu og tørvin hjá samfelagnum.

Góðskan skal vera høg, og útbúgvingarnar skulu vera viðkomandi og dagførdar. Samstundis eigur tað at bera til at taka partar av útbúgvingini uttanlands.

Boðskapurin er greiður: Tess fleiri ung útbúgva seg í Føroyum, tess størri eru sannlíkindini fyri, at tey eisini velja at búgva og arbeiða her eftir loknan lestur.

Mest lisið hesa vikuna

Ávara ímóti einum slagi av nudlum

11. juni kl. 10:25

Smyril bjargaði manni úr bjargingarbáti eystanfyri Sandoynna

16 tímar síðan

Aftur eitt ferðsluóhapp við brúnna um Streymin

15. juni kl. 07:43

Teitur Skoubo dømdur fyri einfaldan harðskap

12. juni kl. 12:14

Stór verjuætlan: Tórshavn kann fáa loftverju móti rakettálopum

15. juni kl. 16:00

Oddmar Færø farin

12. juni kl. 21:07