Ongi úrslit

Føroyar og Bretland styrkja samstarvið við nýggjum samstarvsskjali

Samstarvsskjalið er ein framkomin karmur fyri viðurskiftini landanna millum og skal virka sum ein felags pallur fyri at menna sínámillum samstarvi

© Mynd: Ólavur Frederiksen
Uttanríkis- og fiskimálaráðið
3 tímar síðan

Í dag hava Føroyar og Bretland undirritað eitt samstarvsskjal, sum skal nútímansgera og víðka politiska samstarvið millum londini og skapa grundarlag fyri menning á fleiri týðandi økjum.

Tað vóru Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og fiskivinnumálum, og bretski ráðharrin í uttanríkismálum við ábyrgd fyri Evropa, Lord Wood of Anfield, sum undirritaðu samstarvsskjalið í Tinganesi.

Samstarvsskjalið er ein framkomin karmur fyri viðurskiftini landanna millum og skal virka sum ein felags pallur fyri at menna sínámillum samstarvið. Samstarvsskjalið fevnir millum annað um øki sum handil, mótstøðuføri og trygd, hav og fiskivinnu, veðurlag og orku, flutning og fjarskifti, gransking, útbúgving og mentan.

Samstarvsskjalið, sum varð undirritað á enskum, kann lesast her.

Føroyska týðingin kann lesast her.

Á vitjan síni í Føroyum skal Lord Wood, umframt at hava fund við landsstýrismannin í uttanríkismálum- og fiskivinnumálum, eisini hitta løgmann. Í morgin leggur hann vegna Bretland ein krans við Minnisvarðan í Viðarlundini í Havn til minnis um teir føroyingar, sum lótust á sjónum undir seinna heimsbardaga. Eisini verður vitjað hjá Vørn, á Krígssavninum og hjá Atlantic Airways.

Mest lisið hesa vikuna

Her eru tey sløgini av heilsuskaðiligum mjøli sum er selt í Føroyum

20. november kl. 12:43

Rúni samlar pengar til stórlið í Hoyvík

Í gjár kl. 21:03

Meldaðu mann fyri at skjóta ólógliga - men tað gjørdi hann ikki

23. november kl. 08:14

Høvdu úr at gera við at skifta perur í Suðuroy

20. november kl. 07:45

Ferðsluóhapp tí at bilførarin var blendaður av sólini

22. november kl. 09:20

NSÍ er tætt við at seta nýggjan venjara

19. november kl. 23:40