Ongi úrslit

Føroyar og elbilar: Enn er ógreitt, hvussu teir skulu burturbeinast

Fleiri elbilar á føroysku vegunum seta nú trýst á myndugleikarnar um greiðar reglur fyri burturbeining.

© Unsplash.
Edmund Jacobsen
15 tímar síðan

Steffan Klein Poulsen, løgtingsmaður, vil nú hava Eyðdis Hartman Niclasen, landsstýriskvinnu í heilsu- og orkumálum, at greiða frá, um ein loysn er funnin á, hvussu burturbeining av elbilum í Føroyum skal skipast.

Í einum skrivligum fyrispurningi spyr hann eisini, hvussu nógvir elbilar higartil eru burturbeindir, hvat tað kostar at burturbeina ein elbil, og hvør skal rinda kostnaðin.

Battaríið kann gera munin

Málið verður reist, tí alsamt fleiri elbilar koma á føroysku vegirnar. Sambært tølum frá Akstovuni vóru 1. juni 2026 3.119 elbilar skrásettir av tilsamans 28.411 persónbilum í Føroyum. Tað svarar til umleið 11 prosent.

Steffan Klein Poulsen vísir á, at nakrir fáir elbilar longu eru farnir í skrell, tí teir eru vorðnir vrak. Men fyrstu árgangirnir av elbilum hava nú koyrt so mikið leingi, at talið á elbilum, sum skulu burturbeinast, kann fara at vaksa munandi komandi árini.

Serliga stóra battaríið kann gera burturbeiningina dýrari enn hjá vanligum bilum. Tí spyr hann eisini, um burturbeiningarstøðir kunnu krevja, at bilur og battarí eru skild sundur, áðrenn elbilurin verður latin inn.

Mest lisið hesa vikuna

Smyril bjargaði manni úr bjargingarbáti eystanfyri Sandoynna

17. juni kl. 17:15

Svenskari handtikin í Føroyum fyri álvarslig lógarbrot í Svøríki

19. juni kl. 07:43

Ferðamynstrið er so nógv broytt

19. juni kl. 19:35

Valsvik staðfest í Runavík

20. juni kl. 16:04

Eldurin á Strondum var dreingjalótir - men teir søgdu sjálvir frá

Í gjár kl. 09:32

Bjarging eystan fyri Sandoynna: Ein stór alda fylti bátin

18. juni kl. 13:36