Føroyar og ES skulu hittast regluliga við tí endamáli at styrkja samstarvið. Tað varð avtalað á fundi í Nuuk í dag millum Beinir Johannesen, løgmann, og Ursulu von der Leyen, forkvinnu í ES-nevndini.
Sambært Kringvarpi Føroya fekk løgmaður tó einki ítøkiligt lyfti um betri marknaðaratgongd. Eitt høvuðsevni á fundinum var føroyska atgongdin at ES-marknaðinum, serliga fyri virkaðar fiskavørur.
Marknaðaratgongdin er framvegis trupul
Beinir Johannesen sigur, at Føroyar eru opnar fyri at styrkja samstarvið við ES á fleiri økjum.
– Vit greiddu frá okkara støðu viðvíkjandi ES, og at vit eru opin fyri at styrkja samstarvið við ES á nógvum økjum. Vit gjørdu eisini vart við trupulleikan, at Føroyar hava ikki nóg góða marknaðaratgongd fyri virkaðar fiskavørur á ES-marknaðinum, sigur løgmaður við Kringvarp Føroya.
Hann ásannar samstundis, at tað verður trupult at fáa betri marknaðaratgongd.
– Hinvegin mugu vit bara viðurkenna, at tá ið ræður um marknaðaratgongd, er tað meira fløkt. Tað hevur tikið langa tíð, og limalondini skulu sannførast, sigur Beinir Johannesen.
Erasmus+ eisini á skránni
Fólkaflokkurin upplýsir, at løgmaður eisini tók møguleikan fyri styrktum samstarvi á øðrum økjum upp, eitt nú um Erasmus+, sum hann heldur hevði verið til stórt gagn fyri føroyska útbúgvingarumhvørvið.
Mette Frederiksen, forsætisráðharri í Danmark, var eisini við á fundinum.