Ongi úrslit

Føroyar seta grøna dagsskrá: Smá samfeløg fáa størri ávirkan í norðurlendskum samstarvi

Føroyar og fýra onnur norðurlendsk oyggjasamfeløg samstarva um umhvørvisloysnir, sum kunnu fáa týdning langt út um teirra egnu mørk.

Edmund Jacobsen
3 tímar síðan

Føroyar, Grønland, Ísland, Áland og Bornholm seta sjálv dagsskránna í einum norðurlendskum samstarvi um umhvørvi og veðurlag. Endamálið er at menna loysnir, sum taka støði í serligu avbjóðingunum hjá smáum og fjarskotnum samfeløgum.

Tilsamans búgva góð hálv millión fólk í teimum fimm samfeløgunum. Hóast fólkatalið er lítið, fevna tey um stór havøki og hava tí stóran týdning fyri Norðurlond sum heild.

– Hóast vit eru smá samfeløg, eru vit ein stórur partur av Norðurlondum, og vit hava stór havøki, sigur Maria Gunnleivsdóttir Hansen á Umhvørvisstovuni.

Smáar fyrisitingar – stórar uppgávur

Smá oyggjasamfeløg hava ofta viðbreknar vistskipanir, sum krevja serliga verju. Samstundis kann granskingin vera avmarkað, og lítið kann vera til av viðkomandi dátum. Hetta økir tørvin á staðbundnari vitan og sterkari náttúruumsiting.

Í smáum fyrisitingum hava starvsfólk ofta nógvar ymiskar uppgávur. Tá tey umboða samfelagið í norðurlendskum ella altjóða høpi, verður kortini ofta væntað, at tey hava serfrøðiliga vitan á einstøkum økjum.

Samstarvið gevur londunum og oyggjunum møguleika at býta um royndir, royna loysnir í verki og læra av tí, sum riggar undir staðbundnum umstøðum.

Frágreiðingarnar eru „gull verdar“

Maria Gunnleivsdóttir Hansen sigur, at verkætlanirnar ofta eru sera ítøkiligar og málrættaðar, og at frágreiðingarnar, sum samstarvið leiðir til, eru „gull verdar“.

Í verandi trý ára arbeiðsskeiði verður millum annað arbeitt við lívmargfeldi, innræsinum sløgum, náttúruferðavinnu, veðurlagstilpassing, náttúru- og mentanarløgum, ringbúskapi og náttúru- og umhvørvisumsiting.

Les meira um sama evni.

Mest lisið hesa vikuna

ES-tinglimir hótta Føroyar við stuðli vegna grindadráp

3. sepember kl. 18:05

Deyðiligur vandi á gongubreytini

Í gjár kl. 17:45

LGBT – SERVIÐGERÐ ?

Í gjár kl. 20:34

Lutfalsliga nýtt gentunavn var best umtókt í fjør

1. sepember kl. 11:10

Tingmaður úr samgonguni roynir at skunda undir at fáa tunnil til Vestmanna

2. sepember kl. 11:03

Fýra bilførarar í óhappi í gjár - minst ein kann vænta at missa koyrkortið

Í gjár kl. 09:17