Ongi úrslit

Føroyar taka við formansskapinum: Geopolitikkur í Norðuratlantshavi ovast á skránni

Jørgen Niclasen er nýggjur formaður í Útnorðurráðnum, og Føroyar seta geopolitisku støðuna í Norðuratlantshavi á breddan komandi árið.

© Løgtingið.
Mynd: Føroyska sendinevndin í Útnorðurráðnum. Frá vinstru Bjarni Hammer, Sámal Petur í Grund, næstformaður, Jørgen Niclasen, formaður, Ruth Vang, Hermann Samuelsen og Súsanna Bertholdsen.
Edmund Jacobsen
5 tímar síðan

Føroyar hava tikið við formansskapinum í Útnorðurráðnum. Jørgen Niclasen varð valdur til formann á 42. ársfundinum hjá ráðnum á Akureyri í Íslandi. Pipaluk Lynge varð vald til 1. næstforkvinnu og Jón Gnarr til 2. næstformann.

Geopolitikkur verður høvuðsevnið

Eftir uppskoti úr Føroyum verður høvuðsevnið í komandi virksemisári „Geopolitiska støðan í Norðuratlantshavi“. Evnið verður viðgjørt við fyrilestrum og kjaki á árligu evnisráðstevnuni hjá Útnorðurráðnum, sum verður í Grønlandi tíðliga næsta ár.

Fýra tilráðingar samtyktar

Á ársfundinum samtykti ráðið eisini fýra tilráðingar. Tær snúgva seg um samstarv um mentanararv, at verja AMOC-havstreymin, at skapa nýggja vón fyri vælferðina hjá ungum og at stuðla samstarvi millum queer-felagsskapir í útnorðri. Seinasta tilráðingin varð tó ikki einmælt samtykt.

Útnorðurráðið er mannað við seks tinglimum úr hvørjum av teimum trimum londunum: Føroyum, Grønlandi og Íslandi.

Mest lisið hesa vikuna

ES-tinglimir hótta Føroyar við stuðli vegna grindadráp

3. sepember kl. 18:05

Deyðiligur vandi á gongubreytini

Í gjár kl. 17:45

Lutfalsliga nýtt gentunavn var best umtókt í fjør

1. sepember kl. 11:10

LGBT – SERVIÐGERÐ ?

Í gjár kl. 20:34

Tingmaður úr samgonguni roynir at skunda undir at fáa tunnil til Vestmanna

2. sepember kl. 11:03

Tekur undir við heilsumiðstøðirnar í Suðuroy verða lagdar saman

4. sepember kl. 09:50