Ongi úrslit

Føroyar vilja nærri Brasil: Handilssáttmáli við Mercosur lagdur á borðið

Bárður á Steig Nielsen er í Brasília, har Føroyar vilja leggja lunnar undir betri marknaðaratgongd og tættari samstarv við Brasil.

© Uttanríkis- og Fiskimálaráðið.
Uppskotið um handilssáttmála varð lagt fram á fundum við brasilskar myndugleikar.
Edmund Jacobsen
5 tímar síðan

Føroyar vilja styrkja handilssambandið við Brasil og hava nú lagt fram uppskot um ein handilssáttmála við Brasil og Mercosur. Uppskotið varð lagt fram á fundum við brasilskar myndugleikar.

Landsstýrismaðurin í uttanríkis- og fiskivinnumálum, Bárður á Steig Nielsen, er í Brasília, har hann hevur fundir við umboð fyri bæði stjórnina og vinnulívið.

Vilja hava betri marknaðaratgongd

Endamálið við ferðini er at leggja grundarlag undir betri marknaðaratgongd og økt samstarv innan vinnu, samhandil og samfelagsmenning.

Á fundum í forsetaskrivstovuni og handils- og vinnumálaráðnum hevur landsstýrismaðurin víst á, at Føroyar vilja endurnýggja søguliga handilssamstarvið við Brasil og laga tað til ein nútímans handilskarm.

Føroyakvøld savnaði umleið 100 gestir

Í sambandi við vitjanina varð eisini skipað fyri einum føroyakvøldi á donsku sendistovuni. Umleið 100 gestir vóru við.

Endamálið var at varpa ljós á Føroyar og styrkja sambondini við brasilskt vinnulív, myndugleikar og onnur áhugað. Fleiri fundir eru á skránni komandi dagarnar.

Mest lisið hesa vikuna

Yvirskrift: Tað mest ræðandi PISA-talið snýr seg ikki um lesing

9. sepember kl. 06:31

Máttu í fjøllini at bjarga útlendskum ferðamanni oman á slætt

12. sepember kl. 09:10

Danmark fyrireikar kirkjuna til stórkríggj: Kann fáa upp í 20 fallnar hermenn um dagin

13. sepember kl. 15:00

Løgreglan ávarar: Falskur politistur roynir at lumpa pengar frá fólki

9. sepember kl. 12:17

Viðhvørt hava vit eina sjúka mentan í Løgtinginum

10. sepember kl. 15:06

Hví sigur Landsbankin ikki alla søguna?

9 tímar síðan