Ongi úrslit

Føroyar vunnu smálandakappingina enn einaferð

Føroyska talvlandsliðið vann ruddiliga kappingina millum smátjóðir í Evropa, sum Malta hevur hýst seinastu vikuna

Sveinur Tróndarson
5. desember 2021 kl. 09:21

Í níggjunda og seinasta umfari í gjár gjørdu føroyingar bart og vunnu 4-0 á Guernsey. Helgi Dam Ziska, John Rødgaard, Luitjen Akselsson Apol og Jón í Horni Nielsen vunnu allir.

Dysturin millum fremstu kappingarneytarnar endaði við 3-1 sigri til Andorra móti Kýprós. Tað bar í sær, at Føroyar endaðu trý stig fremri enn Andorra. Endin var, at Monako fekk eisini Kýprós aftur, og otaði seg fram á triðja plássið.

Føroyska liðið vann átta dystir og spældi ein javnan. 

Hetta var sjeynda smálandakappingin í talvi í Evropa, og Føroyar hava staðið seg best samanlagt hesi árini. Føroyoska liðið var væl mannað hesaferð, tí bæði Helgi Dam Ziska og Høgni Egilstoft Nielsen vóru við á Malta, og tað var heilt avgerandi fyri, at Føroyar vunnu so sannførandi.

Vinnarar í smálandakappingini

2021 Føroyar

2019 Andorra

2017 Føroyar

2015 Luksemburg

2013 Føroyar

2011 Luksemburg

2009 Føroyar

Mest lisið hesa vikuna

Leita eftir kvinnu sum framdi grovan harðskap

Í gjár kl. 06:48

Ein óvanliga óheppin dagur hjá Strandferðsluni

1. juli kl. 20:44

Hetta má vera dreymaferian hjá nógvum

Í gjár kl. 14:22

Brotsverkini í Føroyum gerast álvarsamari

1. juli kl. 13:27

Paul Watson komin inn um 200 mílamarkið

28. juni kl. 12:49

Lótu tvær grindir fara í gjár - vilja ikki drepa bara fyri at drepa

1. juli kl. 10:03