Mentanarnátt var í Keypmannahavn í gjárkvøldið, og skráirnar í Føroyahúsinum og hjá føroysku fólkatingsumboðunum vóru sum altíð fjølbroyttar, og væl vitjaðar.
Í Føroyahúsinum framførdu Húsakórið og Jónas Gaard, Fótatraðk dansaði føroyskan dans, og Birgir Enni borðeiddi við mati út sjónum.
Føroysku flokkarnir á Christiansborg vóru, saman við grønlendska flokkinum IA, eisini vertir fyri eini røð av framførslum.
Húsakórið og grønlendska kórið Aavaat sungu, grønlendski framleiðarin Malikk framførdi, og eins og í Føroyahúsinum, varð farið upp á gólv við Fótatraðk.