Ongi úrslit

Føroysk lærubók fyllir hol: Støddfrøði C fær nú tilfar á føroyskum

Gunnar Restorff, undirvísari á Glasi, hevur av sínum eintingum gjørt eina fullfíggjaða føroyska lærubók til støddfrøði C á miðnámi.

© Glasir.
Nú hevur Gunnar Restorff, undirvísari á Glasi, gjørt eina nýggja lærubók til støddfrøði C á miðnámi.
Edmund Jacobsen
1 tími síðan

Lærubøkur í støddfrøði hava seinnu árini verið á donskum, tí hóskandi føroyskt tilfar hevur vantað. Nú hevur Gunnar Restorff, undirvísari á Glasi, gjørt eina nýggja lærubók til støddfrøði C á miðnámi.

Gunnar Restorff helt, at tíðin var búgvin at fáa eina føroyska lærubók til lærugreinina. Tí fór hann av sínum eintingum undir arbeiðið.

Gunnar og fleiri starvsfelagar hava í eina tíð brúkt brot og partar á føroyskum í undirvísingini. Hetta tilfarið er nú savnað og ment til eina fullfíggjaða bók, sum kom út í summar.

Mest lisið hesa vikuna

Løgtingslimir vilja sleppa at skjóta kóp - teir flokka hann sum skaðadjór

27. august kl. 11:45

Opið bræv til Jacob Vestergaard

27. august kl. 23:58

Lutfalsliga nýtt gentunavn var best umtókt í fjør

Í gjár kl. 11:10

Løtumyndir-Norðfestivalurin

29. august kl. 21:18

Løgreglan hevur eina staðiliga áheitan á foreldur at ungdómum

28. august kl. 10:40

Íslendingar vraka ES

30. august kl. 09:30