Ongi úrslit

Føroyskar vegleiðingar skulu gera vitlíki meira atkomuligt á arbeiðsmarknaðinum

Granskingarráðið hevur latið stuðul frá skipanin til Arbeiðsmarknaðarátøk, hvørs endamál er at stuðla verkætlanum, sum yvirskipað fara at gagna arbeiðsmarknaðinum frameftir

gransking.fo
2 tímar síðan

Verkætlanin Vitlíki til arbeiðis er nú liðug. Úrslitið er seks vegleiðingar á føroyskum, sum vísa, hvussu starvsfólk á ymiskum fakøkjum kunnu brúka vitlíki í gerandisarbeiðinum.

Endamálið við verkætlanini hevur verið at gera vitlíki meira ítøkiligt og atkomuligt hjá starvsbólkum, sum ikki altíð hava tíð, tøkniligan stuðul ella fíggjarligar arbeiðskarmar til at seta seg inn í nýggj, talgild amboð.

Gunnleygur Clementsen, stovnari av Vitlíkisstovuni, hevur verið verkætlanarleiðari. Tóri Slættalíð hevur verið granskingarvegleiðari í verkætlanini, sum er gjørd í samstarvi við Føroya Pedagogfelag.

Granskingarráðið hevur latið stuðul frá skipanin til Arbeiðsmarknaðarátøk, hvørs endamál er at stuðla verkætlanum, sum yvirskipað fara at gagna arbeiðsmarknaðinum frameftir.

Ítøkilig dømi og vegleiðing til nógvar starvsbólkar

Toymið handan verkætlanina hevur tikið saman um arbeiðið og úrslitini:

Vitlíki verður ofta umrøtt í sambandi við skrivstovuarbeiði, leiðslu og stórar fyritøkur. Í hesi verkætlanini hevur sjóneykan tí verið sett á fakbólkar, hvørs arbeiði fyri tað mesta er uttan telduskíggjar - ofta handaligt arbeiði ella arbeiði við fólki - størv, har tøknilig førleikamenning ikki altíð er ein náttúrligur partur av arbeiðsdegnum.

Vegleiðingarnar eru gjørdar til røktarstarvsfólk, handverkarar, starvsfólk á dagstovnum, fólk í tænastuvinnuni, undirvísarar og venjarar. Tær vísa við ítøkiligum dømum, hvussu vitlíki kann brúkast til uppgávur sum fyrireiking, samskifti, eftirmeting, hugskot, sergjørt tilfar, ætlanir og frágreiðingar. Dentur er lagdur á uppgávur, sum kunnu loysast uttan at leggja viðkvæmar, trúnaðar- ella persónsupplýsingar inn í vitlíkisamboð.

- Vitlíki noyðist ikki bara at vera nakað, sum hoyrir skrivstovum og stórum fyritøkum til. Stórur partur av ágóðanum liggur í heilt vanligum gerandisuppgávum, eisini sjálvt um ein ikki situr við einari teldu, men heldur bara hevur eina telefon í hondini. Tí varð dentur lagdur á at gera vegleiðingar til bólkar, sum ikki vanliga fáa stuðul til talgilda menning, so hesir bólkar hava okkurt at stuðla sær at, sigur Gunnleygur Clementsen.

Tilfarið er alment atkomuligt og kann bæði brúkast til sjálvlestur og sum grundarlag fyri verkstovur og innanhýsis upplæring á arbeiðsplássum.

Vegleiðingarnar eru savnaðar her: vitlikisstovan.fo/tilarbeidis

Myndin er gjørd við vitlíki.

Mest lisið hesa vikuna

Smyril bjargaði manni úr bjargingarbáti eystanfyri Sandoynna

17. juni kl. 17:15

Svenskari handtikin í Føroyum fyri álvarslig lógarbrot í Svøríki

Í gjár kl. 07:43

Aftur eitt ferðsluóhapp við brúnna um Streymin

15. juni kl. 07:43

Ferðamynstrið er so nógv broytt

Í gjár kl. 19:35

Stór verjuætlan: Tórshavn kann fáa loftverju móti rakettálopum

15. juni kl. 16:00

Vit blivu ordiliga rørd

15. juni kl. 22:41