Føroyski fiskavøruútflutningurin er vaksin við nærum 1,6 milliardum krónum, hóast útflutta nøgdin er minkað munandi.
Nýggjastu tølini frá Hagstovu Føroya vísa, at fiskavøruútflutningurin vaks 13 prosent í tíðarskeiðnum frá september 2025 til august 2026.
Samlaða útflutningsvirðið var 13,75 milliardir krónur, samanborið við 12,17 milliardir krónur undanfarna árið.
Samstundis minkaði útflutta nøgdin 8,4 prosent, svarandi til nærum 45.000 tons.
Laksurin dregur vøksturin
Laksurin stendur fyri størsta partinum av framgongdini. Útflutningsvirðið vaks við góðari milliard krónum til 6,78 milliardir krónur. Tað er ein vøkstur á 18,5 prosent.
Útflutta nøgd av laksi vaks samstundis 22,2 prosent.
Toskurin hevði eisini stóra framgongd. Útflutningsvirðið vaks 24,2 prosent til 1,57 milliardir krónur.
Hinvegin minkaði útflutningsvirðið á makreli við nærum 320 milliónum krónum, ella 17,2 prosentum. Útflutta nøgdin minkaði heili 43,5 prosent.
Kina og Spania keypa meira
Útflutningurin til ES vaks við góðari milliard krónum, meðan útflutningurin til aðrar partar av Asia vaks nærum 490 milliónir krónur.
Kina stóð einsamalt fyri 511 milliónum krónum av vøkstrinum. Útflutningurin til Spania vaks 360 milliónir krónur.
Samstundis minkaði útflutningurin til Russlands 292 milliónir krónur.
Seks lond keypa nú fiskavørur úr Føroyum fyri meira enn eina milliard krónur árliga: USA, Spania, Kina, Bretland, Danmark og Niðurlond.