Ongi úrslit

Føroyskir dartunglingar byrjaðu EM væl: Føroyar á 13. plássi

Bæði føroysku pørini spældu seg víðari úr bólkaspælinum, tá unglingalandsliðið byrjaði EM í Írlandi við góðum úrslitum.

© Sjóvar kommuna.
Edmund Jacobsen
12. juli kl. 10:00

Føroyar liggja á 13. plássi av 27 londum eftir fyrsta kappingardagin í EM fyri unglingalandslið í dart í Írlandi.

Fýra ungir leikarar umboða Føroyar: Nói Reinert Djurhuus úr Innan Glyvur, Sámuel Rasmussen av Strondum, Jóni Kjærbo úr Tórshavn og Dávur Berg úr Klaksvík. Nói og Sámuel spæla við Skála Dartfelagi.

Avgerandi sigrar tryggjaðu framhald

Dávur og Nói máttu vinna seinasta bólkadystin móti einum sterkum íslendskum pari. Teir vunnu sannførandi 3-1.

Jóni og Sámuel skuldu vinna á bæði Fraklandi og Luksemborg fyri at koma víðari. Tað eydnaðist, og sostatt spældu bæði føroysku pørini seg úr bólkaspælinum.

Í 1/16-finalunum gjørdist mótstøðan ov sterk. Jóni og Sámuel taptu fyri einum sterkum enskum pari, har Kaya Baysal var annar leikaranna. Dávur og Nói taptu greitt fyri einum pari úr Lettlandi.

Mest lisið hesa vikuna

Syrgilig vanlukka í Klaksvík: 14 ára gamal lat lív

Í gjár kl. 19:02

Hví sigur Landsbankin ikki alla søguna?

15. sepember kl. 12:09

Danmark fyrireikar kirkjuna til stórkríggj: Kann fáa upp í 20 fallnar hermenn um dagin

13. sepember kl. 15:00

Løgreglan vil tosa við bilførara sum elvdi til óhapp

14. sepember kl. 09:44

Elsebeth: – Eg harmist um mistakið

17. sepember kl. 23:21

Veiðirættindi seld fyri 28 milliónir: Felag skal rinda 14 milliónir í skatti

Í gjár kl. 13:00