Í dag, 5. juni, er ikki bara grundlógardagur - tað er nevniliga eisini pápadagur.
Og tað hevur fingið tey á Hagstovuni at kanna nøkur viðurskifti í hesum sambandi. tey siga, at í fjør var miðalaldurin á monnum í Føroyum, ið gjørdust pápar, 34,1 ár.
Miðalaldurin á monnum í Danmark, ið gjørdust pápar í fjør, var 33,8 ár. Sostatt vóru páparnir í Føroyum eitt sindur eldri í miðal enn páparnir í Danmark.
Fyri tíggju árum síðani var tað øbugt, tí tá vóru føroysku páparnir eitt sindur yngri. Tá var miðalaldurin á einum føroyskum manni, sum bleiv pápi, 33,1 ár, men í Danmark var hann 33,5 ár.