Ongi úrslit

Føroyskir rógvarar í Danmark: Vunnu silvur og bronsu á Sorø Sø

Seks føroyskir rógvarar kappaðust um donsk heiðursmerki á Sorø Sø, og fleiri teirra róðu seg á heiðursmerkjapláss.

© Róðrasamband Føroya.
Seks føroyskir rógvarar gjørdu vart við seg, tá kappast varð um DM- og sambandsheiðursmerki á Sorø Sø leygardagin 19. september.
Edmund Jacobsen
1 tími síðan

Seks føroyskir rógvarar gjørdu vart við seg, tá kappast varð um DM- og sambandsheiðursmerki á Sorø Sø leygardagin 19. september. Føroyingarnir vóru við í fýra bátum í trimum ymiskum bátaklassum.

Mattias Durhuus róði við DSR í M4+ inrigger á 2.000 metrum. Manningin gjørdist nummar tvey við tíðini 7:41,66.

Tað var sera tætt um sigurin. Bagsværd kom á mál bert hálvt sekund undan DSR.

Símun Tórur Joen-Jacobsen róði við manningini úr Aalborg, sum gjørdist nummar trý.

Janus Marnerson, Marner Wiberg Niclasen og Sesilia Feilberg róðu við Ægir í universitets 8+ Mix. Á 1.000 metrum gjørdist manningin nummar trý við tíðini 2:32,86.

Eyðun Hansen róði M8+ á 2.000 metrum. Har kappaðust seks bátar, og hann og manningin gjørdust nummar fimm.

Mest lisið hesa vikuna

Syrgilig vanlukka í Klaksvík: 14 ára gamal lat lív

18. sepember kl. 19:02

Todi Jónsson fluttur heim eftir 33 ár: Byrjar av nýggjum á Tvøroyri

21. sepember kl. 06:00

Veiðirættindi seld fyri 28 milliónir: Felag skal rinda 14 milliónir í skatti

19. sepember kl. 13:00

Tað er fúl etandi skomm fyri Havnina

18. sepember kl. 10:29

Elsebeth: – Eg harmist um mistakið

17. sepember kl. 23:21

Løgtingsmaður vil hava at vita hví danskir hermenn hava føroyskt flagg á búnanum

9 tímar síðan