Hondbóltssamband Føroya hevur gjørt avtalu við Learn Handball, sum merkir, at føroysk hondbóltsfeløg og venjarar kunnu nýta venjingarappina ókeypis alt kappingarárið 2026/27.
Learn Handball er ein talgildur pallur, sum skal gera tað lættari hjá hondbóltsvenjarum at fyrireika og skipa góðar og mennandi venjingar. Í appini eru liðug venjingarupplegg, venjingarætlanir og eitt stórt savn av venjingum við frágreiðingum og sjónbandaupptøkum.
Innihaldið er serliga ætlað barna- og ungdómshondbólti og er lagað til ymiskar aldursbólkar og førleikastig. Venjarar kunnu tí finna venjingar, sum hóska til júst teirra lið, og samstundis tryggja ein greiðan samanhang og stigvísa menning gjøgnum kappingarárið. Venjingarnar fevna millum annað um upphiting, álopsspæl, verjuspæl, tekniska venjing og fyribyrging av skaðum.
– Vit ynskja at geva venjarum kring landið so góð amboð sum gjørligt. Serliga í barna- og ungdómshondbólti hava venjarar ein avgerandi leiklut, og við Learn Handball fáa teir lætta atgongd til dygdargott og aldurshóskandi venjingartilfar. Vónin er, at hetta kann geva íblástur í gerandisdegnum og vera við til at menna bæði venjarar og leikarar, sigur Mark Lausen-Marcher, ítróttarstjóri.
Ment saman við stórum hondbóltsnøvnum
Learn Handball varð stovnað í 2016 av fyrrverandi norska landsliðsleikaranum Bjarte Myrhol og beiggja hansara, Atle Myrhol. Seinni eru millum aðrir fyrrverandi sveisiski stórleikarin og núverandi landsliðsvenjarin Andy Schmid og Viktor Glatthard komnir upp í arbeiðið.
Pallurin er mentur í samstarvi við royndar venjarar og fleiri av fremstu hondbóltsleikarunum í heiminum. Millum nøvnini, sum deila venjingar, ráð og royndir í appini, eru Mathias Gidsel, Henny Reistad, Nora Mørk og Uwe Gensheimer.
Learn Handball hevur í dag fleiri enn 50.000 brúkarar og yvir 750 skrásett feløg. Í november 2025 gjørdist pallurin eisini alment talgilt venjarasamstarv hjá Evropeiska Hondbóltssambandinum, EHF. Endamálið við samstarvinum er at gera
dygdargóða venjing og venjaraútbúgving lættari atkomiliga hjá venjarum, feløgum og leikarum kring alt Evropa.
Styrkir um barna- og ungdómshondbóltin
Avtalan er ein liður í arbeiðinum hjá HSF at styrkja venjaraøkið og skapa góðar og mennandi karmar fyri barna- og ungdómshondbóltin í Føroyum.
Learn Handball kann nýtast bæði sum app á telefon og teldli og umvegis alnótina. Nærri kunning um, hvussu føroysku feløgini og venjararnir fáa atgongd, verður send feløgunum í næstum.
Avtalan er í fyrstu atløgu galdandi fyri kappingarárið 2026-27 við møguleika fyri at longja avtaluna.