Skeiðini eru eitt framhald av ferðavinnudøgum og verkstovum hjá Visit Faroe Islands um gestablídni. Tey eru samstundis liður í strategiini hjá Visit Faroe Islands fram móti 2030, har eitt mál er at finna aftur til og styrkja upprunaliga føroyska gestablídnið.
‘Gestablídni sæst í teimum smáu løtunum. Hvussu vit taka ímóti einum gesti, lurta og hjálpa. Vit vilja geva starvsfólkum íblástur og ítøkilig amboð til at skapa enn betri upplivingar. Samstundis vilja vit saman finna fram til, hvat eyðkennir føroyskt gestablídni, og hvussu vit bera tað víðari í gerandisdegnum’ sigur Guðrið Højgaard, stjóri í Visit Faroe Islands.
Fyrstu tvey skeiðini eru ætlað starvsfólkum á hotellum, kaféum og matstovum. Tað fyrsta skeiðið verður á føroyskum og næsta skeiðið á enskum. Luttakararnir fara at arbeiða við støðum úr teirra egna arbeiðsdegi og venja, hvussu tey síggja upplivingina við eygunum hjá gestinum og skapa persónligar, minniligar løtur. Skeið verða eisini fyri ferðaleiðarar og buss- og hýruvognsførarar.
Richard Mortensen, sum er undirvísari á skeiðnum, er royndur undirvísari á Glasi í ma. marknaðarføring og kundaupplivingum. Kjarnuboðskapurin í hansara undirvísing er, at hvør samvera er ein avgerandi løta, og ein møguleiki at gera føroysku upplivingina livandi fyri ferðafólkið.
Øll, sum gjøgnumføra skeiðið, fáa skeiðsváttan í gestablídni. Fyritøkur, ið senda starvsfólk á skeið, fáa harumframt eitt serligt gestablídnismerki. Merkið vísir gestunum, at fyritøkan raðfestir góða tænastu og er við til at styrkja føroyskt gestablídni.
Visit Faroe Islands og Glasir vóna, at fyritøkur fara at taka væl undir við skeiðunum og geva so nógvum starvsfólkum sum gjørligt høvi at luttaka.
Skeið og tilmelding
Føroyska skeiðið verður 7. oktober og 2. november 2026. Les meira og melda til føroyska skeiðið.
Enska skeiðið verður 21. oktober og 3. november 2026. Les meira og melda til enska skeiðið.
Bæði skeiðini verða hildin á Skeiðsdeplinum hjá Glasi kl. 12.30–16.30 báðar skeiðsdagarnar.