Ongi úrslit

Føroyskur prestur skal verja doktararitgerð í gudfrøði í Münster

Jóannes Purkhús skal verja doktararitgerð um trælamálburð í brøvum Paulusar við Universität Münster.

© Fólkakirkjan.
Jóannes Purkhús, sóknarprestur í Norðoya eystara prestagjaldi, skal mikudagin 22. juli klokkan 15.00 verja doktararitgerð sína í gudfrøði við Universität Münster í Týsklandi.
Edmund Jacobsen
5 tímar síðan

Jóannes Purkhús, sóknarprestur í Norðoya eystara prestagjaldi, skal mikudagin 22. juli klokkan 15.00 verja doktararitgerð sína í gudfrøði við Universität Münster í Týsklandi.

Ritgerðin er latin inn til tess at vinna akademiska heitið Dr. theol. Verjan verður á deildini fyri protestantiska gudfrøði.

Jóannes hevur arbeitt við granskingini, samstundis sum hann hevur røkt prestastarvið eystan Múla. Hann hevur verið innskrivaður sum doktaralesandi við universitetið í Münster síðan 2019.

Vegleiðari hansara hevur verið Eve-Marie Becker, professari í Nýggja Testamenti við Universität Münster.

Paulus og trælamálburður

Ritgerðin eitur Doulos in and around Paul. A Semantic Analysis of Paul’s Slavery Language in its Contexts.

Í ritgerðini greinar Jóannes Purkhús, hvussu Paulus nýtir orð og myndir úr trælahaldi í brøvum sínum og í gudfrøðiligari próvførslu.

Har verður víst á, at Paulus brúkar trælamálburð á ein nýskapandi og fjølbroyttan hátt, lagaðan eftir innihaldinum í einstøku brøvunum.

Ritgerðin samanber eisini málburðin hjá Paulusi við málburð hjá øðrum høvundum úr griksk-rómverskari tíð.

Mest lisið hesa vikuna

Hetta má vera dreymaferian hjá nógvum

3. juli kl. 14:22

Leita eftir kvinnu sum framdi grovan harðskap

3. juli kl. 06:48

Fosturtøkulóg: Nýggj lóg er komin í gildi eftir 70 ár

4. juli kl. 17:00

Slapp frá ógvusligum óhappi við smásnuddum

4. juli kl. 08:30

Óttaða ormveran er funnin í Keypmannahavn

Í gjár kl. 15:30

Tveir sóu reytt í fyrsta málleysa javnleikinum í 28 ár

3. juli kl. 20:47