Ongi úrslit

Frá 200.000 lundum til nakrar hundrað: Veiðan nærkast botninum

Ógvislig afturgongd í sjófuglastovnunum kann fáa aldargamla føroyska fuglaveiðu at hvørva og samstundis raka mentan og samleika.

© Granskingarráðið.
Tráin Petursson Nónklett, granskari, og Ragnheiður Bogadóttir, lektari og granskari á Fróðskaparsetri Føroya.
Edmund Jacobsen
4 tímar síðan

Føroyska fuglaveiðan er undir stórum trýsti. Í 1900 vórðu 200.000 lundar tiknir í Føroyum. Hundrað ár seinni var talið 95.000, men í dag verða bert nakrir hundrað lundar fleygaðir um árið.

Granskarar á Fróðskaparsetri Føroya kanna nú, hvørjar avleiðingar afturgongdin kann fáa fyri føroyska mentan og samleika.

Aldargomul vitan kann hvørva

Ragnheiður Bogadóttir, lektari og granskari á Fróðskaparsetri Føroya, og Tráin Petursson Nónklett, granskari, eru farin undir at kanna, hvønn týdning tað kann fáa fyri føroyska samleikan, um fuglaveiðan hvørvur.

Serliga í Mykinesi, Skúvoy og Fugloy hevur fuglaveiða havt stóran mentanarligan týdning. Fólk á hesum oyggjum hava drúgva vitan um fuglastovnar, veiðihættir og matgerð, sum nú er í vanda fyri at fara fyri skeyti.

Heitari sjógvur hóttir veiðuna

Kanningin er partur av granskingarverkætlanini LostToClimate, sum kannar óevnislig tap, ið veðurlagsbroytingar hava við sær í smáum arktiskum samfeløgum. Granskarar úr Føroyum og átta øðrum londum taka lut í verkætlanini.

Í Føroyum verður serliga kannað, hvussu hækkandi sjóhiti ávirkar fuglastovnarnar. Sambært granskarunum er ávirkanin so stór, at veiðan eftir summum fuglasløgum er um at doyggja út.

Endamálið er at kanna, hvat hetta kann hava at týða fyri føroyska mentan og samleika.

Mest lisið hesa vikuna

13 ára gamal koyrdi brandólógligt prutl - í Kvívík eru tey bæði hálvdeyv og fáa ikki sovið

14. august kl. 06:59

Álvarsom hending í Fuglafirði

11. august kl. 21:36

Hann sigur kortanei við Fólkaflokkin

12. august kl. 13:20

Ætla nú at keypa eykaskip til Suðuroyar afturat Smyrli

10 tímar síðan

Her er best at síggja sólarmyrkingina

11. august kl. 16:06

Funnu lívleysan persón uttandura í Fuglafirði

12. august kl. 06:39