Ongi úrslit

Frá burturkasti til endurvinning: 40 ambassadørar skulu vísa vegin

Útvið 40 starvsfólk frá 13 føroyskum fyritøkum hava fingið prógv sum Føroya fyrstu burturkastambassadørar. Tey skulu hjálpa vinnuni at skilja burturkast betur og økja endurvinningina.

© Vinnuhúsið.
Nýggir ambassadørar: Útvið 40 starvsfólk frá 13 fyritøkum hava lært at skilja burturkast betur. Nú skulu tey nýta vitanina til at skapa broytingar á sínum arbeiðsplássum.
Edmund Jacobsen
3 tímar síðan

Árliga verða umleið 64.000 tons av burturkasti framleidd í Føroyum. Heili 57 prosent stava frá vinnuni. Nú skulu nýggir burturkastambassadørar hjálpa fyritøkum at fáa betri skil á burturkastinum.

Varandi Vinna hevur saman við IRF og Kommunalu Brennistøðini skipað fyri einum sjey vikur longum skeiði, har útvið 40 starvsfólk frá 13 fyritøkum hava luttikið.

Skulu skapa ítøkiligar broytingar

Luttakararnir hava vitjað IRF á Hagaleiti og Kommunalu Brennistøðina á Hjalla. Har hava tey fingið innlit í, hvussu burturkast verður viðgjørt og endurvunnið.

Samstundis hava tey arbeitt við ætlanum um at bøta um burturkastskiljingina á sínum arbeiðsplássum.

– Vit fegnast um góðu undirtøkuna. Tað vísir, at fyritøkur vilja taka ábyrgd og gerast betri til at skilja burturkast, sigur Súsanna Berg, ráðgevi í burðardygd í Vinnuhúsinum.

Hon leggur dent á, at vitanin skal føra til ítøkiligar broytingar á arbeiðsplássunum.

Mest lisið hesa vikuna

Leita eftir manni í Havn

29. oktober kl. 07:46

Nógvar grýlur og nógv full fólk í Havn í nátt

1. november kl. 09:29

Suðuroyingur við stórum sigri: Rutt Hjelm eigur ársins vínstovu í Danmark

7 tímar síðan

Maðurin afturfunnin í øllum góðum

29. oktober kl. 08:36

Aftursvar til Sylviu Thomsen: Bústaðarneyðin verður ikki loyst við fleiri skattum

29. oktober kl. 16:39

Árni, tað er munur á at eiga eitt heim og at eiga til íløgu

30. oktober kl. 10:42