Ongi úrslit

Frá einari toppstýring til eina aðra toppstýring?

Ben Arabo, løgtingsmaður
2 tímar síðan

At taka bygging og bygningar frá Landsverk er eitt átak móti óneyðugari toppstýring, og at delegera ábyrgd og heimildir til tey, ið gjalda og skulu brúka tað, ið skal byggjast og viðlíkahaldast.

Tí gevur tað onga meining at stovna eina toppstýrda byggieind í Mentamálaráðnum fyri yvir 6 milliónir í rakstrarkostnaði um árið - góðar 60 milliónir uppá 10 ár.

Tað er ikki aðalráðið sum skal brúka og reka okkara kampus. Tí eigur man eisini at delegera byggiábyrgd við tilhoyrandi pengum til Setrið, sum kann keypa ekspertisuna, eins og gjørt verður alla aðra staðni.

Kommunurnar, SEV, almenn partafeløg og privat feløg hava bygt stórar verkætlanir fyri miliardaupphæddir seinastu árini, uttan nakran instans omanfyri at taka sær av bygging. Tað eiga landsstovnar eisini at klára.

Viðlíkahald hevur heldur ikki riggað betur enn næstbest seinnu árini. Her tvíheldur Mentamálaráðið eisini um toppstýring.

Tað verður sagt í fíggjarlógaruppskotinum, at “nøkur av starvsfólkunum” fara at arbeiða burturav við fyrireiking og stýring av viðlíkahaldsverkætlanum í Mentamálaráðnum. “Nøkur” má so merkja minst tvey. Um 6 starvsfólk kosta góðar 6 milliónir um árið, so kosta 2 starvsfólk góðar 2 milliónir um árið – ella 20 milliónir uppá 10 ár til “fyrireiking og stýring”!

Sjálvandi skulu vit ikki hava fólk í aðalráðnum, sum skulu “fyrireika og stýra” viðlíkahald fyri almennir stovnar. Tað skulu stovnarnir sjálvir gera.

Um ein stovnur skal skifta vindeygu, og hevur játtan til tað, so skal stovnurin sjálvur biðja um tilboð og fáa onkran at gera tað, uttan at seta eyka folk í fast starv. Alt annað er tíðarspill og pengaspill.

Eingin veit betur, enn tey sum arbeiða í einum bygningi hvønn dag, hvat tørvur er á at gera við hann.

Hetta handlar um at hava álit á fólki. Vit hava kompetentar stovnsleiðarar og stjórar í tí almenna, og tí nýtast vit ikki óneyðuga toppstýring.

Tað kann væl verða, at Mentamálaráðið manglar førleikar, men tað eru so ikki byggiførleikar.

Ben Arabo

Mest lisið hesa vikuna

Kanna eitt mál um haturstalu ímóti samkyndum

11. oktober kl. 09:14

Landsstýrið hevur ferðast fyri 3,4 milliónir upp á eitt hálvt ár

Í gjár kl. 08:42

Suðuroyartunnilin skal vera ótrúliga dýrur áðrenn tað ikki loysir seg

10. oktober kl. 10:59

Biður Jacob Vestergaard sláa kalt vatn í blóðið - annars fær hann krav um endurgjald

10. oktober kl. 15:20

Mín uppliving við heilabløðing og ein áheitan á Løgtingið

11. oktober kl. 17:59

Vegurin avbyrgur av stórari skriðu

Í gjár kl. 11:54