Ongi úrslit

Frá skúlatasku til havtasku: Næmingar á Glasi skaptu risastóra sandmynd í Sandagerði

Næmingar í føroyskum á byrjanarstøði á Glasi fluttu undirvísingina út í Sandagerð og skaptu eina stóra havtasku úr sandi saman við listamanni.

© Glasir.
Í staðin fyri vanliga undirvísing fóru næmingar í FSA-flokkunum á byrjanarstøði á Glasi í Sandagerð at skapa eina stóra havtasku úr sandi.
Edmund Jacobsen
2 tímar síðan

Næmingar í FSA-flokkunum á byrjanarstøði á Glasi fingu ein øðrvísi føroysktíma mikumorgunin 2. september. Í staðin fyri vanliga undirvísing fóru teir í Sandagerð at skapa eina stóra havtasku úr sandi.

Føroyskt við spaka í hond

Listamaðurin Eli Smith hjálpti næmingunum at skapa sandmyndina. Samstundis teknaði undirvísarin Napoleon Smith eina havtasku í sandin og greiddi næmingunum frá fiskinum. Síðani fóru øll til verka við spøkum og hondum.

Málið var ein týðandi partur av løtuni. Næmingarnir samskiftu á fleiri málum, men mest á føroyskum, meðan teir gróvu og evnaðu havtaskuna til.

Steinar gjørdust til tenn

Næmingarnir nýttu steinar og skeljar til tenn og eygu og tara og gras til aðrar smálutir. Tá sandmyndin var liðug, varð arbeiðið fagnað við einum drekkamunni.

Sí fleiri myndir.

Mest lisið hesa vikuna

ES-tinglimir hótta Føroyar við stuðli vegna grindadráp

3. sepember kl. 18:05

Deyðiligur vandi á gongubreytini

5. sepember kl. 17:45

LGBT – SERVIÐGERÐ ?

5. sepember kl. 20:34

Fýra bilførarar í óhappi í gjár - minst ein kann vænta at missa koyrkortið

6. sepember kl. 09:17

Tingmaður úr samgonguni roynir at skunda undir at fáa tunnil til Vestmanna

2. sepember kl. 11:03

Tekur undir við heilsumiðstøðirnar í Suðuroy verða lagdar saman

4. sepember kl. 09:50