Skipið fór ikki av Havnini klokkan 6.00 í morgun orsakað av einum breki á kølivatnsskipanini. Arbeitt hevur verið við at umvæla brekið, og tað er nú rættað.
Vegna seinkingina verða fráferðirnar úr Havn klokkan 8.45 og úr Krambatanga klokkan 11.30 avlýstar.