Ongi úrslit

Framvegis arbeiðið til allar hendur - næstan allastaðni

Áki Bertholdsen
27. apríl kl. 12:01

Arbeiðsloysið í Føroyum hevur verið søguliga lágt leingi - og tað er tað enn. Hagstovan sigur, at í mars í ár var arbeiðsloysið 1 prosent og tað eru 0,2 prosentstig lægri enn fyri einum ári síðani.

Tað merkir, at í mars vóru 366 fólk arbeiðsleys og tað eru 65 fólk færri enn í sama mánað í fjør.

Her er bæði talan um tey, sum arbeiða fulla tíð og tey, sum iki arbeiða fulla tíð.

Verða tølini roknað um til fulltíðarstørv, eru 312 fólk arbeiðsleys og tað eru 50 fólk færri enn fyri einum ári síðani.

Men tað vísir seg eisini, at arbeiðsloysi hjá kvinnum er eitt sindur minni enn tað er hjá monnum.

Í mars vóru tilsamans 136 kvinnur arbeiðsleysar og verður tað roknað um til fulltíðarstørv, er talan um 109 og tað er eitt arbeiðsloysi upp á 0,8 prosent. Hetta er 0,1 prosentstig minni enn árið fyri. 

Hinvegin eru tilsamans 230 menn arbeiðsleysir. Roknað um til fulltíðararbeiðsloysi eru tað 203 menn sum eru arbeiðsleysir og tað svarar til 1,2 prosent. Hetta er 0,2 prosentstig minni enn fyri einum ári síðani.

Her sæst, hvussu tey ymsu økini í landinum eru rakt av arbeiðsloysi

Men tað er rættiliga ymiskt, hvussu arbeiðsloysið rakar í teimum ymsu pørtunum í landinum.

Í mars var arbeiðsloysið minst í Norðoyggjum, har tað var 0,5 prosent og tað er 0,3 prosentstig minni enn í sama mánað í fjør. Í Suðuroy afturímímóti, var arbeiðsloysi nógv størst, tí har var tað  øki 2,3 prosent, sum tó er 0,9 prosentstig enn í mars í fjør. 

Mest lisið hesa vikuna

Myndir-Sjómannadagurin 2026

22. august kl. 23:20

Føroysk sparibússa funnin á Jan Mayen - eftir 57 ár

19 tímar síðan

Løgreglan tók sjey prutl í einum

Í gjár kl. 09:22

Tit hoyra okkum, men tit lurta ikki: Viðmerking til borgarstjóran

18. august kl. 08:52

Útlendingur fongslaður fyri at at stjala úr trimum handlum í Havn og í Eysturoy

22. august kl. 09:18

Vandi fyri at fólk – serliga kvinnur – verða avmyndaðar uttan at vita av tí

19. august kl. 08:31