Í gjárkvøldið ringdu fólk til løgregluna at siga frá, at tey høvdu sæð ljós uppi á Klakki.
Løgreglan sigur, at tá ið málið varð kannað, vísti tað seg at vera tvey útlendsk ferðafólk, sum høvdu ætlað sær niðan á Klakk.
Men so bleiv veðrið so ófantaligt, at tey hættaðu sær ikki heilt niðan á kortini, men vendu við og tey komu afturíaftur sjálvi.