Ongi úrslit

Fiskimálaráðið vann 17 ára gamalt sakarmál

Áki Bertholdsen
2 tímar síðan

Fiskimálaráðið er nú endaliga fríkent í sakarmálinum, Føroya Banki og Thor, løgdu ímóti teimum í 2014. Málið endaði heilt í hægstarætti og tí hevur tað tikið 12 ár at fáa tað avgreitt.

Men málið er eldri enn so, tí í roynd og veru er tað 17 ára gamalt. Málið snýr seg nevniliga um djúpvatnstrolaran Phoenix, sum hevði royndarloyvi at fiska stinglaks fram til 2008.

Fiskimálaráðið sigur í eini fráboðan, at síðst í 2008 varð talið á royndarloyvum, eftir tilmæli frá Havstovuni, minkað úr trimum loyvum niður í tvey, og hesi royndarloyvini vórðu latin øðrum trolarum fyri 2009.

Um somu tíð, sum royndarfiskiskapurin varð umskipaður, fór Phoenix á tvingsilssølu har  Føroya Banki keypti hann.

Bankin átti skipið fram til síðst í 2009, tá P/F Thor keypti tað og søkti um royndarloyvi til stinglaks. Umsóknin var sýtt, tí hildið var fram við somu skipan, sum hevði verið í 2009.

Eftir togarí aftur og fram, løgdu Thor og Føroya Banki málið fyri Føroya Rætt í 2014 við kravi um endurgjald. Tað er áður upplýst, at endurgjaldskravið var slakar fýra milliónir.

Fiskimálaráðið sigur, at tað sum Hægstirættur skuldi taka støðu til, var um avgerðirnar hjá Ráðnum um royndarloyvir fyri 2009 og 2010 vóru ógildugar, og um Ráðið hevði endurgjaldsábyrgd í hesum sambandi.

– Hægstirættur kemur til, at Føroya Banki ikki hevði rætt til royndarloyvi eftir 2008. Bankin hevði hvørki fingið bindandi tilsøgn ella eina rættarvarda væntan um royndarloyvi, sigur Fiskimálaráðið.  

– Harafturat leyk Bankin ikki eigaratreytirnar í táverandi lóggávu og kundi tí ikki fáa royndarloyvi. Ongin endurgjaldsábyrgd var tí fyri Ráðið viðvíkjandi viðgerðini fyri 2009.

– Viðvíkjandi P/F Thor var avgerðin um royndarloyvi fyri 2010 avgerandi. Hægstirættur metir, at avgerðin hjá Ráðnum um royndarloyvini fyri 2010 var eftir lóglini, og at eingin grund er at finnast at henni. Ráðið hevur tí heldur onga endurgjaldsábyrgd í hesum sambandi.

Hægstirættur staðfesti sostatt dómin hjá Eystara Landsrætti frá 21. november 2024, og Uttanríkis- og fiskimálaráðið er frídømt fyri endurgjaldskravið.

Samstundis skulu Thor og Føroya Banki rinda Fiskimálaráðnum 461.250 krónur í sakarmálskostnaði, og aðarar útreiðslur tey hava havt av málinum.

Mest lisið hesa vikuna

Svikarar hava tømt kontuna hjá minst einum føroyingi

27. sepember kl. 13:41

Tá sporlið stýrir høvdinum

27. sepember kl. 22:21

Fýra fólk skuldsett fyri innbrot - upplýst er tey stjólu einar 160.000 krónur

26. sepember kl. 09:48

Løgtingsmaður vil hava at vita hví danskir hermenn hava føroyskt flagg á búnanum

24. sepember kl. 11:51

Hanus hugsar framvegis um sjúku systrina

26. sepember kl. 15:07

Frá veteranum til nýggjar kreftir: Fimm starvsfólk seta dám á Formula

28. sepember kl. 11:31