Beint fyri náttúrða í gjár ávaraði løgreglan alment bilførarar í Havn um, at fleiri vegir vóru serstakliga hálir, tí nógv olja var á teimum.
Tað er rættiliga umfatandi,bæði í Jóannesar Patursonargøtu, Grønlandsvegnum, Ringvegnum Villingardagsvegnum og aðrastaðni við
Sløkkiðið fór at spula vegirnar og tey fingu eisini spula oljuna burtur.
Løgeglan sigur, at tey royndu at kanna hvør tað kundi vera sum hevði dálkað vegirnar so illa, men tað eydnaðist ikki at staðfesta hvaðani oljan stavaði.
Løgreglan sigur, at hóast vegirnir vóru sum flundrubaki, vita tey ikki um nakað óhapp av hesi orsøk.