Í gjár var ein friðarligur dagur hjá løgregluni, men tey høvdu kortini nakað av eftirlitið við ferðsluni.
Og í tí sambandi fingu tríggir bilførarar bót - men so var tað ein bilførari afturat, sum fær bót fyri at vera óansin í ferðsluni.
Tað fær hann fyri at koyra á eitt skelti á eini vegoyggj við Skipanes, men talan var bara um skrokkskaða, ongan fólkaskaða.
Ein bilførari fekk bót fyri at koyra ov skjótt á Glyvursvegi á Argjum. Har koyra bilar javnan ov skjótt, men tað er bara loyvi at koyra 50. Hesin koyrdi 70 og tað fær hann millum 2.000 og 3.000 krónur í bót fyri.
Ein bilførari varð tikin fyri at brúka fartelefon ímeðan hann koyrdi og tað kostar honum eina bót upp á 1.500 krónur, umframt at hann fær klipp í koyrikortið.
Og so varð eisini ein bilførari tikin fyri at koyra bil uttan at hann sat í trygdarbelti og tað fær hann 1.000 krónur í bót fyri.