Ongi úrslit

Fýra føroysk tónlistanøvn seta kós móti Iceland Airwaves hesa vikuna

Seinni í hesi vikuni fer Iceland Airwaves enn einaferð av bakkastokki í Reykjavík, og aftur verða Føroyar væl umboðaðar á altjóða tónleika- og vinnufestivalinum. Heili fýra føroysk tónlistanøvn verða á almennu skránni í ár: Sakaris, Tunghoyrt, RSP og Janus Rasmussen.

Tíðindaskriv
3 tímar síðan

Við sjey konsertum, egnum føroyskum netverkstiltaki og egnum konsertkvøldi, umframt luttøku á fleiri øðrum tónleikavinnutiltøkum, heldur Faroe Music Export (FMX) fram tað góða samstarvið við festivalin, sum gjøgnum fleiri ár hevur verið ein týðandi pallur fyri altjóða profilering av føroyskum tónleiki.

“Iceland Airwaves er framvegis ein sera týðandi pallur hjá okkum, og tað er spennandi at síggja, hvussu føroyska luttøkan á festivalinum framvegis mennist,” sigur Glenn Larsen, leiðari fyri Faroe Music Export (FMX).

“Festivalurin savnar nógv altjóða vinnufólk, fjølmiðlafólk og tónleikaáhugað og gevur tónlistanøvnunum ein einastandandi møguleika fyri at sýna seg og tónleik sín fram fyri einum áhoyraraskara, sum røkkur langt út um tann íslendska. Vit hava gjøgnum fleiri ár sæð, hvussu føroysk luttøka á Iceland Airwaves vekir ans fyri føroyskum tónleiki og skapar nýggj sambond og ítøkiligar møguleikar fyri føroysk tónlistafólk,” leggur Glenn Larsen aftrat.

Iceland Airwaves hevur gjøgnum nógv ár staðfest seg sum ein av mest viðurkendu showcase-festivalunum í Norðurlondum. Festivalurin presenterar bæði evnarík nýggj tónlistafólk og meira etablerað nøvn á veg móti størri altjóða gjøgnumbroti. Í tríggjar dagar verður Reykjavík fylt við konsertum, ráðstevnum og netverkstiltøkum, sum draga áhoyrarar, tónleikavinnu og fjølmiðlar til sín úr stórum parti av heiminum.

Fýra tónlistanøvn – sjey konsertir

Føroyska luttøkan í ár vísir eina stóra tónlistarliga breidd við fýra tónlistanøvnum, sum umboða fleiri ymiskar sjangrur á føroyska tónleikapallinum.

“Serliga kunnu vit gleðast um, at vit aftur kunnu presentera so ymisk tónlistanøvn á sama festivali. Bólkurin Tunghoyrt hevur longu roynt seg altjóða, millum annað á SPOT Festivalinum í Danmark. Iceland Airwaves er eitt náttúrligt næsta stig hjá teimum. RSP fara heilt vist at syrgja fyri at geva áhoyrarunum eina ordiliga saltvatnsinnspræning við røttum, føroyskum veitsluhýri, meðan teir meira etableraðu Sakaris og Janus Rasmussen umboða aðrar spennandi síður av tónleikalívinum í Føroyum. Felags fyri øll tónlistanøvnini er, at tey øll spæla sera orkumiklan tónleik, og at tey umboða bæði høga góðsku og fjølbroytni í føroyskum tónleiki, samstundis sum tey hava ambisjónir um at røkka altjóða áhoyrarum. Eg eri sannførdur um, at øll fýra kunnu fáa nógv burtur úr festivalinum,” heldur Larsen fram.

Fríggjadagin 6. november savnast tey fýra tónlistanøvnini á kenda konsertstaðnum Iðnó mitt í Reykjavík, har øll skráin um kvøldið er halgað føroyskum tónleiki. Harumframt spæla trý av tónlistanøvnunum hvør sína eyka konsert á øðrum pallum í Reykjavík.

Áðrenn konsertirnar á Iðnó bjóða Faroe Music Export og G! Festivalurin altjóða sendinevndum og fjølmiðlum til egna føroyska móttøku við denti á netverkan og presentatión av føroyska tónleikapallinum.

Eitt samstarv, sum vekir altjóða ans

Seinastu árini hava føroysk tónlistanøvn gjørt vart við seg á Iceland Airwaves, og luttøka teirra hevur eisini vakt ans í altjóða fjølmiðlum, m.a. í tí víðagitna Rolling Stone Magazine.

Bookingsstjórin á Iceland Airwaves, Sindri Ástmarsson, undirstrikar týdningin av samstarvinum:

“Eg eri serstakliga fegin um, at Føroyar aftur luttaka á Iceland Airwaves. Tað eru heilt serlig, djúp tónlistarlig bond millum Ísland og Føroyar — ein felags andi av skapanarhugi, av avbyrging og av djarvari listaligari hugsjón, sum í stóran mun merkir tónleikaumhvørvini í báðum londum. Føroysk tónlistafólk vísa seg støðugt at koma við onkrum ráum, serkendum og kensluliga rørandi til festivalin, og tað er ein heiður at bjóða teimum aftur til Reykjavíkar.”

Við síðuna av konsertskránni verður skipað fyri eini umfatandi ráðstevnu við pallborðskjaki, fyrilestrum, tónleikavinnufundum og netverksmøguleikum. Eisini her verða Føroyar sjónliga umboðaðar.

“Tað snýr seg ikki bara um at senda tónlistanøvn uttanlands at spæla konsertir. Minst líka umráðandi er tað at gera langrøkna arbeiðið at byggja upp sambond og netverk, vekja ans og staðfesta Føroyar sum eina áhugaverda og viðkomandi tónleikatjóð. Iceland Airwaves er vorðin ein av okkara mest týðandi pallum júst til hetta, og vit gleða okkum til enn eina spennandi viku í Reykjavík," endar Glenn Larsen.

Iceland Airwaves 2026 fer fram í Reykjavík 5.–7. november.

Meira kunning um festivalin fæst her: https://icelandairwaves.is/

Mest lisið hesa vikuna

Leita eftir manni í Havn

29. oktober kl. 07:46

Nógvar grýlur og nógv full fólk í Havn í nátt

Í gjár kl. 09:29

Maðurin afturfunnin í øllum góðum

29. oktober kl. 08:36

Nú brestur hann á um eina løtu - tað verður ringast sunnan fyri

27. oktober kl. 14:38

Aftursvar til Sylviu Thomsen: Bústaðarneyðin verður ikki loyst við fleiri skattum

29. oktober kl. 16:39

Árni, tað er munur á at eiga eitt heim og at eiga til íløgu

30. oktober kl. 10:42