Ongi úrslit

Fýra M. A. J. heiðurslønir handaðar í Finsen

Urd og Trygvi og Suni og Annika og Tóra fingu heiðurslønir í kvøld

Jonhard Hammer
1 tími síðan

M. A. Jacobsens viðurslønirnar vórðu í kvøld handaðar í Auluni í Finsen, ið er í gamla Tórshavnar kommunuskúla. Í næsta mánað, 10. november, vera tað 70 ár síðani, at kommunuskúlin var vígdur.

Elsa Berg borgarstjóri handaði virðislønirnar.

Urd Johannesen fekk virðisløn fyri barnabókina Ferðin til Kongurvág, sum kom úr síðst í august.

Trygvi Danielsen fekk virðislønina fyri fagrar bókmentir. Hann fekk hana fyri skaldsøguna hey:) – Tað metamodernistiska dómadagsmanifestið anno domini MMXXV et in futurum”, sum kom út í 2025.

Tóra Effersøe Mortensen, og Annika Kunoy Im, sum eiga og reka Kvinnu, fingu heiðurslønina fyri yrkisbókmentir. Tær fingu heiðurin fyri bókina Tað sum eftir er – smakkir úr og søgur um avroð. Bókin snýr seg um hvussu avroð verða gagnnýtt. Bókin varð fyri stuttum givin út í samstarvi við IRF.

Fyri annað mentanaravrik fekk Suni Merkistein heiðursløn. Hann fekk hana fyri framúr dokumentarsendingar í Kringvarpi Føroya og eisini fyri ítróttafrásagnirnar.

Mest lisið hesa vikuna

Svikarar hava tømt kontuna hjá minst einum føroyingi

27. sepember kl. 13:41

Tá sporlið stýrir høvdinum

27. sepember kl. 22:21

Fýra fólk skuldsett fyri innbrot - upplýst er tey stjólu einar 160.000 krónur

26. sepember kl. 09:48

Hanus hugsar framvegis um sjúku systrina

26. sepember kl. 15:07

Frá veteranum til nýggjar kreftir: Fimm starvsfólk seta dám á Formula

28. sepember kl. 11:31

Løgtingsmaður undrast á at landsstýrisfólk ferðast so nógv uttanlands

12 tímar síðan