Løgreglan hevur handtikið fýra útlendingar, sum eru undir illgruna fyri at hava arbeitt í Føroyum uttan galdandi arbeiðs- og uppihaldsloyvi.
Málið snýr seg enn einaferð um ferðavinnuna. Sambært løgregluni eru tey fýra eitt ferðaleiðari, ein bilførari, ein bólkaleiðari og eitt myndafólk. Talan er um bæði kvinnur og menn.
Vaktleiðarin á politistøðini í Havn upplýsir, at slík brot vanliga geva eina munandi bót. Bøturnar byrja við 10.000 krónum, men endaliga upphæddin veldst um, hvussu leingi viðkomandi hevur arbeitt ólógliga í Føroyum.
Løgreglan er nú í ferð við at kanna málið nærri. Tá kanningin er liðug, verður tikin støða til, hvør revsing tey fýra fara at fáa.